- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fullamannasangur ella list?

Í novembur mánað í ár verður aftur heimsmeistaraskap í karaoke á skránni. Fleiri enn 40 long eru tilmedað, og eru Føroyar eitt av hesum londunum.
- Fyri nógv fólk verður karaoke sett í samband við fullamannasang á ymsum karaoke barrum kring heimin. Tað er tað eisini í ein stóran mun, men ímillum hesar fullamannasangararnar goymast nøkur talentir. Og hetta er ein av grundunum til, at Glitnir í sínari tíð valdi at luttaka í HM í karaoke, sigur Kenneth Hovgaard Djurhuus, formaður í Karaoke Føroyar.
Karaoke Føroyar er ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at senda luttakarar umframt fyriskiparar til HM í karaoke. Fólkini í Karaoke Føroyar eru sannførd um, at Karaoke eins og allur annar tónleikur er list. Eisini er hetta ein góður pallur at umboða Føroyar á.
Í ár er tað sjeyndu ferð, at Karaoke Føroyar senda tvey umboð, eitt mannfólk og eina kvinnu, til HM í Karaoke.
Les meira um heimsmeistaraskapið í karaoke her.
Tvey undanumfør vórðu hildin her heima við 16 luttakarum, átta mannfólk og átta konufólk. Átta sangarir komu síðani víðari til finaluna, fýra av hvørjum kyni. Og vinnararnir av innanhýsis kappingini her heima vórðu Kjartan Torbensson og Paula Danielsen, sum eisini vann í 2013.
- Tað er okkara vón, at Karoke Føroyar fyrr heldur enn seinni verður viðurkent millum øll at verða ein seriøsur og mennandi partur av sangi burturav. Við størri viðurkenning kemur sjálvandi meira fokus á kappingina her heima og uttanlands.

Kjartan Torbensson og Paula Danielsen umboða Føroyar í heimsmeistarskapinum í karaoke
Vónin er, at føroyingar fara at leggja fordómarnar um karaoke á hillina og opna eyguni fyri hesi stóru kapping. Her heima mugu fyriskipararnir út at finna luttakarar sjálv, tí bert fáar tilmeldingar eru. Hetta vónar Kenneth Hovgaard Djurhuus fer at broytast, serliga tí krøvini eru so fá. Tú skalt einans vera 18 ár og ikki liva av tónleikinum ella hava givið solo fløgu út.
- Kappingin er undirvurderað. Tað er ein no brainer at melda seg til kappingina, so øll talentir skuldu opnað eyguni og melda seg til næstu ferð, sigur Kenneth Hovgaard Djurhuus, formaður í Karaoke Føroyar.
Heimsmeistaraskapið í karaoke verður hildið í døgunum 20.-22. novembur í Singapore. Og um tú hevur hug at fylgja við í kappingini, so verður kappingin stroymað á netinum.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




