- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mr. Burns kemur aftur
Nógvir fjepparar av The Simpsons fingu ein kvøkk í mai, tá sjónleikarin, Harry Shearer, kunngjørdi á Twitter, at hann ikki longur fór at vera ein partur av Simpsons-toyminum.
Shearer hevur nevnliga síðani 1989 lagt rødd til heilar 22 av leiklutunum í røðini, m.a Mr. Burns, Ned Flanders, Smithers og Principal Skinner. Fleiri hildu tí, at teknirøðin nú fór at hava trupult við at klára seg uttan Shearer og øtaðust fyri at hetta var endin á The Simpsons.
Les Eisini: 22 Leiklutir úr The Simpsons hóttir
Fjepparar kunnu nú anda lættan, tí nú er blivið almannakunngjørt, at Shearer aftur verður ein partur av toyminum og kemur at leggja rødd til somu leiklutirnar. 27. sesong av The Simpsons byrjar 27. septembur í ár, og hóast teir fyrstu partarnar longu eru gjørdir, so verður Shearer eftir ætlan at hoyra aftur í seinny helvt av sesongini.
Sjónleikarin hevur skrivað undir eina kontrakt, ið bindur hann til at leggja rødd til fýra sesongir aftrat, og sær tað sostatt út til, at Mr. Burns, Flanders og Skinner enn hava fleiri góð ár fyri framman:
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |