Sjórænarar nú eisini í Singapor

Sjórænarar nú eisini í Singapor
09.07.2015 - 17:15

Skrivað hevur: Jóhanna Magnusardóttir

 

Mong okkara hava sæð amerikanska filmin “Captain Phillips” frá 2013, ið snýr seg um farmaskipið MV Maersk Alabama, ið verður álopið av sjórænarum í Sues veitini. Filmurin er leysliga bygdur á bókina, ið skiparin á veruliga skipinum, sum varð álopið í 2009, hevur skrivað. Men tað er ikki bert í filmum ella Sues veitini, at vandin fyri sjórænarum lúrir.

 

27 ára gamli klaksvíkingurin Brynjálvur “Bibi” Sigurðsson, ið er útlærdur elektrikari, hevur í eitt ár búð í Kina. Hann hevur verið umboð og el-eftirlitsfólk hjá norska reiðarínum Norlines, ið hevur bygt tvey nýgg farmaskip í Eysturkina. Brynjálvur er í løtuni umborð á øðrum skipinum, ið hevur sett kós móti Evropa. Brynjálvur skal tó sjálvur mynstra av í Singapor um fáar dagar og síðani flúgva heim.

 

Sjórænarar í eygsjón

Ferðin heim er ikki heilt vandaleys. Skipið hevur gjørt seg til reiðar til sjórænarar, ið kunnu væntast í Sues veitini, men boð eru júst komin um, at sjórænarar eisini kunnu vera í Singapor sundinum.

 

Brynjálvur fortelur, at tá skipið kemur í Sues veitina, koma herfólk umborð, og skipið fær píkatráð o.s.fr., men einki av hesum verður sett í verk í Singapor sundinum, hóast tað í 2013 vóru 125 fráboðaðar ránatsóknir her, meðan bert 13 vóru í Sues veitini.

 

At verja manningina hevur skipið eitt innbygt trygdarrúm við sambandi til lands, ið manningin kann fjala seg í, gerst tað neyðugt.

 

Sjórænarar í Útsynningsasia

Men trygdarrúmið tykist ikki vera besta verjan í Singapor sundinum. Sjórænararnir í Útsynningsasia nýta aðrar ránshættir enn sjórænararnir úr Somalia, ið ofta hava tikið gíslar. Í Útsynningsasia er talan um sjórænarar, ið tykjast mest áhugaðir í lastini og brennievninum á skipinum heldur enn manningini, hóast teir eisini kunnu gerast harðligir. 

 

Stórur vinningur kann vera av at ræna í sundinum og selja ‘sjórænaraskattin’ víðari. Ein triðingur av øllum heimsins skipaflutningi fer gjøgnum Singapor sundið. Hetta merkir til dømis, at nærum øll skipaferðsla millum Evropa og Asia og næstan øll oljan úr Persaraflógvanum til Kina og Japan fara gjøgnum sundið. Í 2014 varð brennievni fyri $1,9 millión rænt av bert einum skipi. Skipini hjá sjórænarunum eru útgjørd at taka ímóti oljuni, ið verður sogin úr tangunum á álopnu skipunum. Manningin var í hesum førinum óskalað, og sjórænararnir vórðu ongantíð tiknir.

 

Orsøkirnar, at sjórænararnir ofta ikki verða tiknir, eru fleirfaldar. Singapor, Malaisia og Indonesia hava øll ábygdina av ymsum pørtum av umtalaða sjóøki, og tað ger tað verri at handtaka sjórænarar. Altjóðagerðin spælir eisini ein leiklut, tí hvør skal taka ábyrgd, tá skipið siglir undir einum flaggi, eigarin er úr einum øðrum landi, lastin skal til eitt triðja, og manningin hevur ein fjórða tjóðskap? Eisini er ringt at síggja, hvørji skip eru ránskip, og hvørji eru farmaskip, tí tað er als ikki óvanligt, at skip býta lastina millum sín ella geva einum øðrum skipi brennievni. Skiparar vilja harumframt ofta ikki siga frá, tí teir vilja ikki, at teirra navn verður sett í samband við rænda last.

 

Eygleiðarar eru bangnir fyri, at sjórán kann gerast alt meira vanligt – eisini í øðrum fátøkum økjum í heiminum.  Sjórán gevur skjótan vinning og gerst lættari, tí við tøkniligari framgongd er minni manning neyðug umborð á farmaskipum.

 

Røddin ynskir Brynjálvi og manningini góðan túr heim.

 

Keldur: TIME og CNBC

 

 

 

 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.