- Tíðindi, mentan og ítróttur
7 ting, sum gera flogtúrin verri
Nú er summar, so nú skal sólast, ferðast og flúgvast. Men ikki allir flogtúrar eru, sum teir skuldu verið. Niðanfyri eru 7 orsøkir til, at flogtúrurin gerst eitt sindur verri.
- Børn, ið herja flogfarið
Børn eru børn, og vit vita, at tey kunnu vera rokalig og ómøgulig. Tað er synd at siga, at hesi grátandi og onkuntíð skríggjandi børnini, sum foreldrini so dúgliga royna at troysta, eru troyttandi. Men lets face it, tað er forbanka irriterandi við ov nógvum skríggjandi ungum umborð á einum trongum flogfari. Mann fær hvørki sovið, lisið ella prátað.
- Full ferðafólk
Eitt er tað at fáa sær eitt glas av víni, eina øl og kanska okkurt aftrat, nú mann endiliga kann drekka ”ókeypis” – sjálvandi skal mann tað. Eitt annað er at svølgja alt vátt og gerast so ávirkaður, at ein forstýrar alt og øll umborð. Onki er so troyttandi sum at sita við síðuna av tí ovurfulla umborð, sum bæði breiðir seg ov nógv, tosar alt ov hart, luktar og rópar.
- Fólk, sum taka harðliga í setrið, tá ið tey reisa seg
Tú situr stillisliga fyri teg sjálvan og kanska etur, lesur ella hálvsvevur, tá ið tú so alt við eitt verður ryktur aftureftir. Maðurin ella kvinnan, sum situr á setrinum aftan fyri teg, skal av tilvild á ves, reisir seg, tekur í setrið hjá tær og rykkir í; sjálvt um tað stendur á setrinum, at ein ikki skal taka í setrið frammanfyri, tá ið ein reisir seg. Tað er bæði troyttandi og ófólkaligt.
- Fólk, sum vakja teg, tá ið flogternan kemur við matinum
Vit eru nógv, sum ofta sovna, áðrenn flogfarið er farið á flog. Av tí at mann kanska hevur sovið lítið náttina áðrenn, verður satsað upp á at sova næstan allan túrin. Men nei, nei, 15 minuttir eftir at tú hevur fingið blund í eyguni, verður tú prikað av síðumanninum, sum sigur, at flogternan er komin við matinum. Har situr mann so klárvakin við einum hálvlunkaðum matpakka.
- Veðrið
Vit eru ivalyet øll eitt sindur bangin fyri at flúgva – sjálvt tey allar kulastu. Og óttin verður ikki minni av turbulensi og øðrum hóttandi veðurligum viðurskiftum. Tey flestu royna sjálvandi at síggja avslappað út, (ímeðan tey krøkja seg fast til flogsetrið), tí mann skal helst ikki síggja, hvussu bangin mann er.
- Tónalagið hjá flogmanningini
Eg havi ongantíð skilt, hví manningin umborð á flogførum skal tosa so óskilligt og ótýðiligt, sum tey gera. Her er talan um bæði flogternur, sum leggja trýstið á tey skeivu orðini, og sum tosa við einum óvanligum og óstýriligum tónalagið. Og flogskiparar, sum fáa hosta seg mutlandi fram til nakrar setningar miðskeiðis á túrinum, tá ið ferðafólkini skulu kunnast um veðrið og annað.
- Fólk, ið taka títt vindeygapláss
Vindeygaplássið er heilagt, soleiðis er tað bara. So tá ið tú hevur fingið pláss á 7A ella á 15F, ja, so eigur tú plássið við vindeygað. Onki er so troyttandi og beinleiðis ófólkaligt, sum tá ið tann, sum hevur fingið mittasta plássið, hevur sett seg á títt vindeygapláss og spyr smigrandi og smáflennandi, um tað ger nakað. ”Hehe, verð endiliga sitandi,” sigur mann so og hugsar: FLYT TEG.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |