MOMO við nýggjum lagi

MOMO við nýggjum lagi
Í samband við sína einastu konsert á føroyskari grund í ár, gevur føroyski/danski bólkurin MOMO út nýggja lagið ”Abricot Children”
14.07.2015 - 18:45

Teir báðir Dánjal á Neystabø og Stephan Sieben, sum manna electro-popp bólkin MOMO, hava givið út nýtt lag í samband við, at teir hava konsert í Føroyum í ár. Teir verða nevniliga at hoyra á ársins G! festivali.

 

 

Sangurin “Abricot children” vendir sær til øll aprikosubørn. Men hvat er eitt abrikosubarn? Ert tú eitt abrikosubarn? Ella eru tíni børn kanska abrikosubørn?


Eitt orðafelli, sum hóskar væl til boðskapin, er tað arabiska: “filmishmish” sum merkir “tá aprikosurnar blóma” ella "bukra filmishmish" sum merkir “í morgin, tá aprikosurnar blóma”. Av tí at aprikosutræið bert blómar eitt stutt bil, verður orðafellið brúkt um okkurt, sum er sera ósannlíkt. Til dømis um eitt lyfti, sum mann ikki ætlar at halda: Eg geri tað í morgin, tá aprikosurnar blóma.


Sangurin um aprikosubørnini sipar til eitt ættarlið í dagsins samfelagi, sum byggir sínar vónir og dreymar upp á tann ómakasleysa vegin til eydnu og víðagitni so sum “talent show” ella ”one moment of fame”. Teirra eydna kemur, tá aprikosurnar blóma.

 

 

 Á Facebooksíðuni hjá MOMO kanst tú lesa, at teir hava gestatónleikarar við sær á pallin á G! Føroyski SAKARIS og danski Frederik úr Orbit Stern verða við.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.