Hetta kanst tú gera, um tú ikki fert á G!

Hetta kanst tú gera, um tú ikki fert á G!
Ert tú heima og veitst ikki, hvat tú skalt gera, meðan G! er? Røddin hevur nøkur hugskot!
16.07.2015 - 18:45

- Skrivað hevur Karita Maria Zachariassen

 

Summartónar

Summarið í Føroyum er fylt við góðum tónleiki. Tú kundi millum annað farið til onkrar konsertir, sum Summartónar skipa fyri. Har er nógv spennandi og fjølbroytt á skránni, og konsertirnar eru ymsastaðni kring landið. Summar í bygdum og býum, og aðrar í grottum. Finn skránna her.

 

Hugni í góðveðrinum

Veðurforsøgnirnar lova gott veður í dag, og kundi tað tí verið deiligt at sloppið sær ein túr útum. Tú kundi farið túr í hagan ella farið oman á fjørðina at grilla skumfidusar við vinunum. Tú kundi siglt ein túr til Nólsoynna og keypt okkurt gott til góman, ella kanska tú heldur hevur hug at leypa á bláman? Tað er nógv at gera í góða veðrinum – Tað er bara hugflogið, sum setur mark.

 

Filmskvøld

Fríggjakvøldið skuldi regnað, men einki er betri enn at sita inni í hitanum við einum góðum filmi, tá tað er vátt úti. Nógvir góðir filmar eru í Havnar Bio. Millum annað byrjar seinni partur av væl dámda filminum "Ted" hetta vikuskiftið. Eisini vísir Kringvarp Føroya filmin "Summer Catch" kl. 20.30 fríggjakvøldið. Ikki at gloyma, at Gekkurin er á skránni kl. 19.45, og vinningurin er 250.000 kr!

 

Upfyll tín "to-do" lista

Um einki av tí nevnda omanfyri hevur freistað teg, so er hetta vikuskiftið ein góð tíð at gera alt tað, sum liggur á láni. Er skápið fult við klæðum, sum eru eina stødd ov smá nú? Eru myndirnar á telduni flokkaðar og deildar í album? Hvussu við skuffuni, sum skúlatingini liggja í? Er nógv í henni, sum skal tveitast burtur? (Ella ert tú vorðin pisa, og hevur brent alt á bálinum í Sandagerði?) Hetta vikuskiftið kundi tú tikið tær tíð at orna alt tað, sum skal gerast.

 

Sjálvt um tú ikki ert á G! er eingin grund at keða seg, tí føroyska summarið hevur nógv at bjóða. Hvat fert tú at gera hetta vikuskiftið?

 

Fugloyarrenning

Far ein túr til Fugloyar og renn ella gakk úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvíkar. Túrurin er lættur og hugaligur. Umframt renning, so verður eisini skipað fyri gongutúri niðan á Eystfelli og út á Egg. Luttakararnir fáa eisini ein matpakka, suppu og drykkjuvørur. Les meira á heimasíðuni hjá Treysti.

 

Laksa- og sølutorg í Runavík

Leygardagin skipar Runarvíkar Kommuna fyri laksa- og sølutorgi. Tað ljóðar kanska eitt sindur moðið, men eftir skránni at døma, fert tú ikki at keða teg.

 

Tú kanst millum annað smakka frískan laks og keypa teg fátækan á sølutorginum. Klokkan 13.00 kanst tú eisini hoyra Kára Sverrison við bólki. Til børnini er tombola, andlitsmáling og túnafótbóltur (kanska eisini fyri barnsligar sálir).

 

Tiltakið er frá klokkan 10.00 til 16.00, og skránna sært tú her.


 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.