- Tíðindi, mentan og ítróttur
G! gestir kunnu ikki taka pengar út
DAGFØRING fríggjakvøld kl 23:00: Sjálvtøkan riggar aftur
Sjálvtøkan í Gøtu er “fyribils óvirkin”. Hetta kemur illa við hjá fleiri festivalgestum, tí tað er ikki allastaðni, mann kann keypa við korti. Einasti matvognurin við tjaldingarøkið tekur bara reiðan pening, so um mann verður svangur í kvøld og bara hevur kort, má mann taka túrin inn til Syrðugøtu.
- Tú skyldar mær 100 krónur, so nú fái eg tað ongantíð aftur.
Teir tríggir gøtumenninir, Petur, Ari og Bogi eru nakrir av teimum nógvu, ið eru farnir inn í sjálvtøkuna til fánýtis.
- Vit hava ongar leysar pengar, og vit mugu fáa ráð til ein G! burgara.... sigur Ari. So mugu vit til Leirvíkar ella Fuglafjarðar at taka út, tað eru tær nærmastu automatirnar.
Tað ber til at taka yvir í mathandlunum í Gøtu, men ikki um tú hevur MasterCard Debit, sum flestu ung hava.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at sjálvtøkan svíkir gjøgnum festivalin. Hinar báðar dagarnar hava trupulleikar eisini verið.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |