Tíðindaskriv: Ólavsøkukabarettin 2015

Tíðindaskriv: Ólavsøkukabarettin 2015
- Aftur í ár fær tann vanligi føroyingurin nevniliga høvi at vera vitni til hesa fantastisku siðvenju, sum í mong Harrans ár hevur virkað sum ein samfelagskritisk rødd, og onkuntíð enntá eisini hevur fingið fólk at flent
19.07.2015 - 13:30

Aftur í ár verður Ólavsøkukabarettin at síggja í sjónleikarahúsinum um ólavsøkuna. Hetta skriva fólkini, ið standa fyri kabarettini, í einum tíðindaskrivi.

 

Halló, kæra harkalið!

 

Tað er við gleði, at vit kunngera, at LGBT, eftir drúgvar samráðingar við Yvirfriðingarnevndina og Rúna Djurhuus, aftur í ár hevur fingið loyvi til at forkela borgaran við at skipa fyri eini ólavsøku. Og í hesum sambandi hava tey, sum nakað heilt nýtt, gjørt av at leggja hesa tjóðarhátíð longu nú í endanum av juli.

 

Henda stutta freist hevur tó havt við sær, at Løgtingið noyðist at koma saman í ótíð fyri at venja fetini til skrúðgonguna á Karlamagnusarbreyt, og at trappan hjá Lenu helst ikki verður liðug til tíðina.
 

Men fellið ei í fátt! Tí vit vita øll, at hetta eru bara smábagatellir, sum í síðsta enda eru týdningarleysar. Tað er jú bara eitt, sum ein verulig ólavsøka við virðing fyri sær sjálvari ikki kann vera fyri uttan, og tað er – ja, onkur hevur kanska longu lisið yvirskriftina – Ólavsøkukabarettin!

 

Aftur í ár fær tann vanligi føroyingurin nevniliga høvi at vera vitni til hesa fantastisku siðvenju, sum í mong Harrans ár hevur virkað sum ein samfelagskritisk rødd, og onkuntíð enntá eisini hevur fingið fólk at flent (les: OMG!).

 

Tað krevur sín mann og umleið annaðhvørt ár kvinnu at standa fyri einari ólavsøkukabarett. Og teir, sum í ár hava átikið sær hesa stóru uppgávu, eru vælkendu, vøkru og royndu leikararnir: Mike, Jákup Wardum, Petur Meinhard Ellebye Andersen og Búi Rouch, við hjálp frá Dáva Djurhuus og Prozac.

 

Tað kann væl vera, at Visjón 2015 ikki ordiliga bleiv til nakað, og at tað einasta, vit nú hava at síggja fram til, er ein nýggj ístíð. Men tað skal í øllum førum ikki forða okkum í at hátíðarhalda okkara tjóðardag, flenna saman og minnast buldruta árið, ið fór.

 

Verið øll hjartaliga vælkomin í Sjónleikarhúsið um ólavsøkuleitið!

 

 

Við kvøðu,

 

Ólavsøkukabarettin 2015

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.