Frásøgn: Sea Shepherd endaði á pallinum á G!

Frásøgn: Sea Shepherd endaði á pallinum á G!
At The Gates skuffaðu áskoðararnar eftir eina góða konsert leygarkvøldið, við at vísa seg í Sea Shepherd troyggju.
20.07.2015 - 23:00

Ein serligur bólkur fyri málmsfjepparar

Teir komu at vera ein týdningarmikil bólkur fyri málmstónleik, tá teir í 1995 góvu fløguna Slaughter of the Soul, og vórðu ein av ættfedrunum til nýggja melodiska deyðsmálmsljóðið ella sokallaða Gotenborg ljóðið. Í Føroyum er eisini ein fjepparaskari, og møttu svensku dreingirnir væl og virðiliga høgu vónunum hjá føroysku málmshøvdunum, áðrenn tey vórðu øst av trummuspælaranum í bólkinum.

 

Fjøldin kókaði

Tá konsertin byrjaði kl. 01.00 leygarnáttina, var longu fitt av fólki, hóast tað ongantíð bleiv heilt fult á sandinum. Áskoðarirnir vóru ung og eldri, dreingir og ikki so nógvar gentur.

Bólkurin hevði eina bergtakandi framførslu, sum fekk øll málmshjørtu upp á gos. Fjøldin var væl størri enn tann vanligi trúfasti skarin til UVH-tiltøkini í Havn. Góða plássið, lutfalsliga bleyti sandurin og buldrandi framførslan løgdu upp til ársins moshpit.

 

Hornini vórðu til fokk-fingrar

Hóast gittarspælarin, Martin Larsson, traðkaði á pallin í Upp við Hornunum-troyggju, fekk tað ikki sissað áskoðararrnar eftir at hava sæð trummuspælaran, Adrian Erlandsson í Sea Shepherd troyggju. Tað vóru bert tey fremstu, ið sóu hann seta seg aftan fyri trummusettið í kontroversiellu troyggjuni, men tá konsertin var liðug, gjørdi hann ein týðiligan boðskap við at ganga runt á pallinum og gera vart við eyðkenda búmerkið á bringuni.

 

Føroyingar fóru av sandinum við blandaðum kenslum og summi við gron. Ein sera óheppin endi upp á eitt annars væl eydnað málmskvøld á G! Festivalum. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.