Fyri tey, sum halda seg vera

Fyri tey, sum halda seg vera
G! er tann árliga samleikaframsýningin, har tipimótin, Rains og roykjandi luksusskótarnir breiða seg
21.07.2015 - 00:00

Vit eru øll meira ella minni mainstream. Øll somul. Óansæð um mann koyrir tann vanliga stílin, hipstarastílin ella letur sum um mann skítur á stílin. Men stílurin er umráðandi og serliga á G!, sum er vorðin tann óoffisiella samleikaframsýningin.

 

Rains og Guðrun & Guðrun

Komin inn um høvuðsinngongina, og tað byrjar at regna við Rains regnjakkum. Svartir, grønir, myrkabláir og gulir. Ungar gentur og gamlar kvinnur – ja, næstan allar hava ein Rains regnjakka og so einar gummistivlar, ið ikki ordiliga síggja út sum gummistivlar, men sum matcha praktiska og vakra outfittinum.

 

Haraftrat eru Guðrun & Guðrun at síggja aftur í ár í víðum ummáli. Bæði gentur og dreingir, kvinnur og menn eru væl innballað í lekkrum troyggjum, turrikløðum, hosum, handskum og jakkum.

 

Ja, hetta er tann vanligi og lekkri føroyingurin.

 

Teir ”stuttligu”

So eru tað teir stuttligu ella teir, sum halda seg vera eitt sindur stuttligar. Teir, sum koma smáhoppandi aftur og fram ímillum teltøkið og pallarnar báðar í baðikápu. Kanska er tað tí, at vitjanirnar í pottunum eru nógvar, ella er baðikápan barasta so bleyt og behagilig.

 

Somu typurnar standa eisini dansandi, veipandi og hálvskrálandi í hvørjum króki í hesum kendu djórabúnunum. Onkur sum ein grísur, onkur annar sum ein kúgv og uppaftur aðrir sum fittir høsnarungar. Tað fær G!-økið at síggja út sum eitt afterparty í alpunum.

 

40 +

”Sjálvandi fara vit á festival, og vit taka bara børnini við. Tey elska tað,” siga tey, ímeðan tey anda inn.

 

Og har stendur familjan anno 2015: kul, festlig og yvirskotsagtig. Summi við smábørnum, summi við størri børnum og summi uttan. Tey eru í praktiskum, men ofta lekkrum klæðum og lata seg smitta av hesum festliga, unga festivalandanum. Og har standa tey og tralla og rista við høvdinum, rumpuni og knøunum til dunkandi tónleikin.

 

Ja, tað er á festivalunum, at tey eru festligasta versiónin av sær sjálvum. Júst sum restin.

 

Grønar hippi bananir

Hipster, hippi, blómubørnini, boheme ella luksusskótar. Kært barn har mange navne.

 

Tey eru at síggja allastaðni. Vaksnar gentur við fult av blómum í hárinum. Og ungar kvinnur, sum eru sminkaðar ósminkaðar. Dreingir í sprøkluttum oversize troyggjum og slitnum cowboybuksum. Og ungir menn við vælvaksnum skeggi.

 

Bæði kyn við hestahalum og minitoppum, bæði kyn við kulum leðurjakkum og bæði kyn við einum myrkagrønum ella turt reyðum ryggsekki.

 

Tey taka tað heilt róligt, eru avslappað, blíð og deilig og siga við síni hásu rødd ”fokk hetta er rotið” um alt tað, ið hevur ferilin av tí, sum er eitt sindur vanligt.

 

Tey eru ein idyllisk versión av sær sjálvum og síggja næstan út sum ein umvandrandi hippisekt.

 

Kunstnarar

So eru tað tey, sum hava verið á pallinum, fara á pallin ella sum heild kenna pallin. Kunstnarar. Kend. Og kul (fyri at nýta trý K). Ja, tey fær mann eisini eyguni á beinanvegin. Kanska tí at tú ofta sær tey á pallinum ella í teimum føroysku miðlunum, men nokk eisini tí at tey bara hava okkurt yvir sær.

 

Trøllvaksnir menn við sólbrillum, sjálvt tá ið myrkrið hevur lagt seg; tað sær sjálvandi kul út, men tað er eisini eitt sindur ófólkaligt. So eru tað damurnar í tjúkkum pelsum og menn við longri hári og skeggi enn vanligt. Og onkur hattur stingur seg eisini upp ímillum vanligu fjøldina.

 

Tey standa ofta tætt við mixipultin, lurta intenst (tí tey skilja tað, sum vit onnur ikki heilt fata) og flyta kroppin rytmiskt og kontrollerað.

 

Jú, tey eru ordiliga kul upp á tann kula mátan.

 

 

So hvat kunnu vit siga um G!? At tað er pallurin, har fólk eru ein ekstrem útgáva av sær sjálvum – ella ein ekstrem útgáva av onkrum øðrum. Har fólk halda seg vera, og har summi ikki vita av, at tey eru. Ja, har stílurin og samleikin hittast. Eitt kensluligt og litríkt boblubað við fult av sápubløðrum, poppkorni og sandi.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.