- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jødahatsk konsert í Helsinki
Hóast tað í ár eru 70 ár síðani, at annar heimsbardagi endaði, so er jødahatur ikki bert at finna í søgubókum.
Í Helsinki, høvuðsstaðnum í Finnlandi, verður um vikuskiftið skipað fyri konsert, har boðskapurin greitt er jødahatur.
Á skránni er m.a. bólkurin US Deathkey, ið hevur givið út fløguna ‘Behead The Semite’ (Hálshøgg jødarnar). Finska netverkið Varis, ið virkar ímóti fasismu og nasismu, sigur, at tveir aðrir bólkar eisini skulu spæla, og at tað einasta, teir tríggir bólkarnir hava til felags, er, at teir spreiða nasistiskan boðskap.
Skrivi- og talufrælsi og hatur
Leiðarin fyri jødisku samkomuna í Helsinki fordømir tiltakið, meðan ein professari við juridiska fakultetið á Universitetinum í Helsinki sigur, at so leingi einki ótespiligt hendir, er hetta tiltakið eisini umfatað av skrivi- og talufrælsi, og at tað sostatt ikki ber til at banna tiltøkum sum hesum.
Kelda: hbl.fi
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |