- Tað er ordiliga strævið at lúka

- Tað er ordiliga strævið at lúka
Í Havnini ganga tey ungu við lúkiamboðum, gróðurreinsi, málingapenslum og málingablikkum. Havnin skal skína, áðrenn ólavsøkan byrjar
23.07.2015 - 17:30

Tey ungu kunnu brúka tvær vikur av summarfrítíðini til at arbeiða í og tjena sær nøkur oyru. 15 ára gamla Mia Horn og 14 ára gamla Barbara Reynheim Petersen eru um at vera lidnar í ung í arbeiði á hesum sinni.

 

Tað er kanska rotið at brúka summarferiuna til at arbeiða í, men sum lærusetningurin sigur: onki arbeiði, ongir pengar.

 

- Summarferian er lang, og vit eru bara í ung í arbeiði í tvær vikur, so tað ger onki, um vit brúka ein part av feriuni til hetta, siga tær báðar.

 

Strævið at lúka

Fleiri ung ganga við spaka, rívu ella lúkiamboðum í Havnini. Tað er onki undantak hjá teimum.

 

- Tað er strævið at arbeiða, men alt eftir, hvat mann skal gera. Tað er ordiliga strævið at lúka allan miðbýin. Men nú fara vit at leggja ordiliga væl til merkis, hvussu rein og skýnandi Havnin er, tá vit sjálvar hava gjørt tað.

 


Havnin skal skína

 

Summi hava kanska lagt til merkis, at bussskýlini eru blivin uppfrískað og eru nakað reyðari nú enn fyrr.

 

- Tað er slett ikki strævið at mála. Tað er tann stuttliga parturin av at vera ung í arbeiði. Tá ið sólin eisini kemur fram, er tað ordiliga deiligt.

 

Seinasti dagur í morgin

Í morgin er seinasti dagurin hjá teimum ungu í arbeiði, og merkir tað eisini, at lønin verður útgoldin.

 

- Eg ætli mær at brúka pengarnar í Yndi.

- Og eg fari á námsferð skjótt, og har ætli eg mær shoppa.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.