Robottar í kríggj

Robottar í kríggj
Fleiri enn 1.000 serfrøðingar og robottøknifrøðingar mótmæla, at hervald skulu sleppa at brúka maskinur og vápn við tilgjørdum vitleika
29.07.2015 - 14:00

 

Robottar sum vápn

Tilgjørdur vitleiki og blóðtystir robottar ljóðar sum nakað, ið er tikið beint úr sci-fi filmum. Men vit koma alsamt nærri einum veruleika, har robottar hava egnan vitleika og kunnu brúkast sum vápn. 

 

Hetta hevur fingið fleiri serfrøðingar innan tilgjørdan vitleika og robottøkni at øtast fyri, at hervald ætla sær at brúka sjálvstýrandi vápn og maskinur. Saman hava fleiri enn 1.000 av teimum tí undirskrivað eitt opið bræv, sum eggjar til, at tað skal gerast ólóligt hjá hervaldum at brúka vápn við tilgjørdum vitleika.

 

Les eisini: Vevnaðarflyting av høvdum verður veruleiki

 

Ein hóttan imóti tilveruni

Brævið bleiv almannagjørt í vikuni til 'Altjóða Ráðstevnuna um Tilgjørdan Vitleika'  sum varð hildin í Buenos Aires. Fleiri kendir serfrøðingar sum til dømis Steve Wozniak hjá Apple og kendi stjørnufrøðingurin, Stephen Hawking, hava longu skrivað undir.

 

Sambært Stephen Hawking er tilgjørdur vitleiki tann størsta hóttanin ímóti okkara tilveru í løtuni, og at um tilgjørdur vitleiki verður mentur nóg nógv, so kann tað gerast endi okkara.
 

Kollveltandi vápn

Í brævinum stendur m.a at lesa: "Tilgjørdur vitleiki er nú komin so mikið langt, at sjálvstýrandi vápn allarhelst fara at verða brúkt í hernaðarstríði um fá ár. Nógv stendur í vága: verða sjálvstýrandi vápn ment, so er hetta triðja kollveltingin innan krígsførslu aftan á krút og kjarnorkuvápn."

 

- Endin, ið hendan kósin leiðir okkum til, er greiður: sjálvstýrd vápn verða framtíðarinnar Kalashnikovs. Spurningurin, ið vit skulu spyrja okkum sjálv í dag, er, um vit skulu byrja enn eina globala kappdubbing, ella um vit skulu verða tey, sum forða henni at byrja.

 

Brádliga virkar The Terminator ikki so óveruligur hóast alt.

 

 

Kelda:  The Guardian

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.