- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hesar útbúgvingar hevur tú enn møguleika at sleppa inn á

Á miðnátt 29. juli kundi tú síggja, um tú vart komin inn á dreymaútbúgvingina ella ikki. Ert tú milum tey óhepnu 22%, sum ikki sluppu inn á ynsktu útbúgvingina, stúr ei. Tí tú hevur enn møguleika at søkja inn á útbúgvingar við leysum plássum, og listin er langur.
Ein listi kemur út hvørt ár, tá upptøkan til framhaldslesnað er endað. Øll, sum lúka upptøkukrøvini, kunnu søkja á teimum leysu plássunum. Tað kunnu vera leys pláss á somu útbúgving, tú hevur søkt, men á einum øðrum útbúgvingarstaði. Tað kunnu eisini vera pláss á útbúgvingum, sum minna um útbúgvingina, tú longu hevur søkt.
Millum útbúgvingarnar á listanum kanst tú finna:
- Musikvidenskab - Københavns Universitet
- Informationsvidenskab og Kulturformidling - Københavns Universitet
- Telogi - Københavns Universitet
- Religionsstudier - Syddansk Universitet
- Økonomi - Syddansk Universitet
- Humanistisk-teknologisk bacheloruddannelse - Roskilde Universitet
- Idræt - Aalborg Universitet
- Politik og Administration - Aalborg Universitet
- Folkeskolelærer - Professionshøjskolen Metropol, Fredriksberg
Tú kanst síggja allan listan á Ufm.dk/ledige-pladser, og her kanst tú eisini finna eitt umsóknarblað.
Tað verður viðmælt tær, at tú søkir skjótast gjørligt, tí plássini fara so við og við. Síðan verður dagførd hvønn fimta minutt.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |