- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoverboards eru blivin veruleiki
2015 er eitt serligt ár fyri fjepparar av væl dámdu Back to the Future trilogiini hjá Steven Spielberg. Tað er nevnliga tann 21. oktobur í 2015, at høvuðspersónurin, Marty McFly, ferðast fram til í filminum Back to the Future II, sum bleiv útgivin í 1989.
Í hesum filminum sóu vit fyri fyrstu ferð Marty standa á sínum ljósareyða hoverboard, ið er ein sveimandi rennifjøl, og vit sóu, hvussu framtíðin fór at verða; spennandi, full av kulum, farvuríkum dimsum og Nike skóm.
Men 2015 kom alsamt nærri, og hóast Nike skógvarnir vóru allastaðni at síggja, so var eingin flúgvifjøl at hóma. Alt peikaði á, at framtíðin hvørki var líka litrík ella spennandi, sum filmsrøðin vildi vera við.
Nú er tó kanska vón fyri framman, tí Japanska bil-fyritøkan, Lexus, hevur megnað at framleiða eitt hoverboard úr bambus og kolfibur, ið riggar so, at tað flytir seg við hjálp frá sokallaðum ovurleiðarum, ið leiða ravmagnsstreym, og við magnetum.
Fyri at hoverboard'ið skal kunna sveima, hevur Lexus tí bygt eina serliga skate-park í Barcelona, ið er fylt við magnetum. Hetta merkir tíverri eisini, at tað einans riggar at brúka í hesi skate-parkini, og hevur Lexus tí enn ongar ætlanir um at framleiða fleiri hoverboards at selja til almenningin.
Sostatt sær tað út til, at hóast vit eru komin eitt fet nærri Back to the Future dreyminum, so eru vit enn ikki komin heilt á mál. Til dagurin kemur, har tú kanst ogna tær tína egnu fjøl, kanst tú øvunda teimum í filmsbrotinum niðanfyri ella hoyra meira um, hvussu fjølin virkar her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |