Alt jarðartilfeingið er uppbrúkt

Alt jarðartilfeingið er uppbrúkt
"Reduce, reuse, recycle" syngur Jack Johnson. Minka og endurnýt. Hugsa um tína nýtslu
14.08.2015 - 12:15

Skrivað hevur: Guðrun í Jákupsstovu

 

 

- Í dag hava vit brúkt alt tilfeingið hjá Jørðini fyri í ár

 

Soleiðis ljóðar yvirskriftin á einari grein hjá dr.dk frá í gjár. Í gjár var Earth Overshoot Day, eisini kallað Ecological Debt Day - dagurin tá alheimsforbrúkið bleiv størri enn tað, ið Jørðin natúrliga megnar at endurskapa. Tað kann samanberast við, at mann brúkar meira pening enn mann eigur í ein mánað - mann endar í einari óndari ringrás av minus.

 

Í ár er Earth Overshoot Day komin seks dagar fyrr enn seinasta ár. Ongantíð áður er hann komin so tíðliga.

 

Dagurin er ein árlig áminning um, at gongda leiðin ikki kann blíva við. Alt jarðarinnar tilfeingi er útpínt, hóast eftirspurningurin eftir tilfeinginum er vaksandi, og samstundis livir ein stórur partur av heiminum í fátækadømi.

 

Nógvar avleiðingar

Um tað heldur fram soleiðis, kann mann vænta, at ein stórur partur av heimsins vistfrøðiskipan brýtur saman og kann føra við sær manglandi reint vatn, oyðimarkarmyndan, niðurhøgging av regnskógum, ovurfisking, týning av djórasløgum og eitt størri Co2-útlát.

 

 Tað mugu gerast grundleggjandi grønar broytingar fyri, hvussu heimsins tilfeingið verður umsitið.

 

- Vit noyðast at viðurkenna, at tað er ein persónlig ábyrgd, og at vit noyðast at broyta vanar, sigur heimsnátturustovnurin WWF.

 

Broyt vanar

Tað eru nógvir mátar at gera mun. At keypa vistfrøðiligar vørur, lokalt framleiddar vørur og at blaka sum minst burtur. Hugsa um co2-útlátið og vel varðandi orkukeldur framum.

 

“Reduce, reuse, recycle” syngur Jack Johnson. Minka og endurnýt. Hugsa um tína nýtslu.

 

Kelda: Global Footprint Network og DR.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.