Við skipskeks og Slupp-øl í biograf

Við skipskeks og Slupp-øl í biograf
Filmsfelagið skipar fyri øðrvísi filmstiltaki í Havnar Bio 9. - 13. septembur
28.08.2015 - 18:45

Telist tú millum tey, ið hava fingið nokk av rom-coms, biljagstranum og cheesy one-liners, so er komandi tiltakið hjá filmsfelagnum kanska nakað fyri teg. 

 

Við vón um at endurkveikja tín áhuga fyri filmslistini fer Filmsfelagið, í samstarvi við Havnar Bio, at vísa fimm filmar, ið bróta frá teimum filmunum, ið vit vanliga síggja í Føroyum.

 

 

Leviathan

Fyrsti filmurin, ið verður sýndur, er Leviathan, ein eksperimenterandi, amerikanskur fiskivinnufilmur. Leviathan er dýrið í sjónum, sum bíbliusøgur siga um.

 

Amerikanski heimildarfilmurin úr Norðuratlantshavi hevur tikið navn úr hesum bíbliusøgum. Á nýskapandi surrealistiskan hátt lýsir Leviathan sjólívið, sum tað sæst og hoyrist, uttan orðaskifti og frágreiðingar.

 

Við fleiri smáum GoPro myndatólum fylgja vit manningini á botnfiskabátinum Athenu, úr havnabýnum New Bedford í Massachusetts, har eisini søgan um Moby Dick stavar.  Meðan aldurnar duna, trossarnir spennast, og maskinan hostar, ganga manning og granskarar við snurrandi myndatólum, so vit í spælifilmslongd fáa eina óvæntaða fatan av lívinum umborð, ikki minst í náttarmyrkrinum. 

 

Sum nakað øðrvísi og nýtt bjóðar Fiskimannafelagið skipskeks og Slupp-øl afturvið sýningini í Havnar Bio, sum verður  9. september kl 20:00

 

 

 

 

Amy 

Fleiri heimildarfilmar um kendar persónar á altjóða tónleikapallinum eru komnir í ár. Tann filmur, ið flestu hava sæð, og ummælarar hava verið fegnastir um í øllum okkara grannalondum, kemur nú til Havnar, nevnliga filmurin um bretsku Amy Winehouse, sum doyði einans  27 ára gomul í 2011.

 

BAFTA-vinnarin, Asif Kapadia, hevur gjørt henda hugtakandi biograffilmin, sum einans ber fornavnið á sangarinnuni, AMY. Umframt sjálvsagda tónleikin, sum gjørdi hana so væl umtókta, fáa vit innlit í heimalív, privatar filmsupptøkur og inniligar samrøður við familju og starvsfelagar í góðar tveir tímar.

 

Amy Winehouse fekk fimm Grammyvirðislønir fyri útgávuna ”Back to Black" í 2008, sum higartil er mest selda tónleikaútgávan í Bretlandi í hesi øldini. Sangarinnan, Greta Svabo Bech, fer at introdusera filmin um Amy Winehouse. Aftaná er møguleiki at vitja Sirkus og skifta orð um filmin.

 

Amy verður sýndur í Havnar Bio hósdagin 10. september kl 20:00

 

 

 

 

The Salt Of The Earth 

 

Tað er fremsti evropeiski filmsleikstjórin seinastu mongu árini, Wim Wenders úr Týsklandi, sum í filminum The Salt of the Earth lýsir ferðandi fotografin, Sebastiao Salgado.

 

Wenders hevur gjørt filmin saman við Juliano Ribeiro Salgado, ið er sonur Sebastiao, sum í 40 ár hevur ferðast at lýsa tær broytingar, sum menniskjan elvir til og er partur av um allan heim.

 

Nú kannar og avmyndar hann støð, har eingin hevur verið, og villini djór og plantur í stórbæra landslagnum: eitt fotografiskt avrik, sum neyvan hevur sæð sín líka, har Sebastiao Salgado fagnar heimsins vakurleika, frá hvítabjørnini á norðpólinum til gróðrarmiklu frumskógina í syðra Afrika.

 

Sunva Eysturoy Lassen, sum er fotografur, fotolærari á miðnámi og rekur fyritøkuna, Mureldur, fer at introdusera ferðandi fotofilmin hjá Wim Wenders um Salgado. Aftaná er høvi at vitja Sirkus og skifta orð um filmin.

 

The Salt of the Earth verður sýndur fríggjadag 11. september kl 19:00 í Havnar Bio. 

 

 

 

 

Loin des Hommes (Flugten til Frihed)

Saman við Lærarafelagnum verður bjóðað til hesa sýning, har Viggo Mortensen er lærari í fronsku søguni hjá Albert Camus um frælsisbardagan í Algeria.

 

Vit eru í 1954, tá Daru, ið er lærari í fronskum, fær til uppgávu at leiða Mohamed, sum er dømdur fyri morð, til næsta fangahús. Lærarin og Mohamed eru bygdafelagar og noyðast at samstarva á ferðini, tí arabiskir reiðmenn og hevndarfull niðursetufólk eru eftir teimum.

 

Á vandamiklu ferðni knýta teir eitt óvantæð vinaband, ið skal bera ella bresta, tá Daru skal handa Mohamed til myndugleikarnar. Aftaná er høvi at vitja Sirkus og skifta orð um filmin.

 


Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, kemur at introdusera Loin des Hommes, sum verður sýndur í Havnar Bio leygardagin 12. september kl 19:00 

 

 

 

 

1001 Gramm

Saman við Prestafelagnum bjóða Filmsfelagið og Havnar Bio til fimta og seinasta filmin. Hann er norskur og kallast 1001 GRAMM og er um at máta hvørt nikk og prikk í sjónligu tilveruni.

 

Leikstjórin, Bent Hamer, sigur søguna um vísindakvinnuna, Mariu, sum er í starvi á Justervesenet, har alt verður vigað og mátað, kilo og metrar. Tá søgan tekur við, skal Maria til París at kanna, um eitt kilo, sum er skrásett í Noregi, veruliga vigar tað sama sum í restini av heiminum.

 

Á ferðini til franska høvuðsstaðin fer alt í smildur, og hon fer at leggja misnøgd og sorg, men at enda eisini kærleika, í vágskálina. Tá kemur hon eftir, at tann, ið einki hevur at bera, ber hina tyngstu byrðuna.

 

Aftaná sýningina verður drigið um ein vinning, sum er ferð fyri tvey frá 62°N til altjóða filmfestivalin í Edinburgh. Eftir hetta er høvi at vitja Sirkus og skifta orð um filmin.

 

Theodor Eli Dam Olsen, formaður í Prestafelagnum, kemur at introdusera filmin, ið verður sýndur í Havnar bio sunnudagin 13. september kl 20:00

 

 
 
Les meira um prísir og um tiltakið her
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.