- Tíðindi, mentan og ítróttur
Saknar tú at spæla við Lego?
Um tú nakrantíð hevur spælt við Lego, og hvør hevur ikki tað, so hevur tú sikkurt ofta roynt at bygt eini lítil hús úr farvuríku kubbunum. Teir eru praktiskir, haldgóðir og lættir at fáast við. Um einans tað var líka lætt at byggja eini vanlig sethús.
Legokubbar til vaksin
Nú fært tú kanska aftur høvið at byggja eini farvurík Legohús, men hesa ferð í størri hami. Amerikanski íverksetin, Arnon Rosan, var hugtikin av, hvussu lætt tað var at byggja ymiskt við Lego-kubbum og undraðist, hví vit ikki brúktu líknandi kubbar at byggja verulig hús við.
Rosan setti sær fyri at skapa nakrar lego-líknandi kubbar, og úrslitið var Everblock, ið stutt sagt eru stórir lego-kubbar, sum tú kanst stápla saman uttan at brúka amboð, skrúvur, naglar ella lím og harvið skapa ymsar konstruktiónir í likamsstødd.
Ein bílig og skjót loysn
Tú kanst m.a. brúka Everblocks til at byggja ymsar møblar og bygningar við. Kubbarnir fáast í 14 litum og trimum støddum, sum viga millum eitt til seks kilo. Prísurin liggur um 20-60 kr. fyri hvønn kubba.
Enn ber ikki til at byggja kompleksar konstruktiónir við kubbunum, men teir eru smartir at brúka, tá ið okkurt skal byggjast skjótt og væl, sum t.d neyðskýli til økir, ið eru rakt av náttúruvanlukkum.
Niðanfyri sært tú dømir um ymiskt annað, sum kubbarnir kunnu brúkast til.
Les meira um Everblock her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |