- Hetta er nakað, vit kundu sloppið undan, um eg fekk røttu hjálpina

Egin mynd
- Hetta er nakað, vit kundu sloppið undan, um eg fekk røttu hjálpina
20 ára gamla Barba Sandá Nielsen er ein teirra, ið veruliga hevur merkt nógv til sparingarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi
31.08.2015 - 15:45

Barba Sandá Nielsen var 20 ára gomul, tá hon gjørdist við barn. Sum komandi mammur flest, gleddi hon seg sera nógv. 

 

- Eg sovnaði ikki, tí eg lá og hugsaði um, hvussu hann fór at síggja út, og hvussu hann fór at verða. Hvønn eygnalit fór hann at fáa, og hvønn hárlit? Eg hevði fyrireikað alt. Húsið var klárt at bjóða honum vælkomnum, og eisini vóru fyrstu orðini til hansara fyrireikað. ,,Mamma elskar teg yvir alt, sjálvt um hetta er fyrstu ferð, eg haldi tær,“ skuldu tey vera. Nú manglaði hann bara at koma til verðina.

 

 

- Trupult at greiða frá, hvussu tað kennist at síggja sítt barn stríðast fyri lívinum

Tó var alt ikki, soleiðis sum Barba hevði ímyndað sær. Føðideildin á Suðaroyar Sjúkrahúsi leið av manglandi játtan til føðideildina. Av tí at føðingin ikki gekk, sum hon skuldi, spældi ikki væl av.

 

Beiggin varð hart raktur av ilttroti, og av tí at hvørki barnalækni ella skurðlækni var í Suðuroy, fekk Barba ikki ta hjálp, hon og sonurin tørvaðu. Tó var ein fyrrverandi skurðlækni í oynni, sum kundi fremja keisaraskurð. Orsakað av manglandi læknum og útgerðum, var Suðuroyar Sjúkrahús ikki fyrireikað upp á slíka føðing, og tískil gekk tað ov seint fyri seg.

 

- Slík hending er nakað, eg ikki eingongd kann ímynda mær í mínum villasta fantasi'i. Sum mamma er tað trupult at greiða frá kenslunum, eg havi, tá eg síggi mítt egna barn stríðast fyri lívinum. 

 

5 mánaðir gamli Adrian

 

- Hetta er nakað, vit kundu sloppið undan

Barba og nýføddi beiggin fóru akutt til Landsjúkrahúsið og síðani víðari til Ríkissjúkrahúsið. Tey fingu boð um, at skaðin var ov stórur.

 

- Tað ber ikki til at greiða frá mínari vreiði, og hvussu kedda tað ger meg. At eg skal sløkkja tað, sum heldur mínum soni á lívi, tí at tað bleiv spart á sjúkrahúsinum. Tað gevur onga meining í mínum høvdi.

 

Harafturat fekk Barba at vita, at hon hevði sloppið undan hesum, um hon á fyrsta sinni fekk røttu hjálpina.

 

 

Sonurin mennist ikki, sum hann skal

Barba minnist aftur á tíðina eftir føðingina sum ringasta tíðin í lívinum, av tí at kenslurnar teir dagarnar eru óberiligar. 

 

- Hóast støðan er batnað, mennist sonurin ikki so skjótt, sum hann skal. Vit merkja væl á honum, at skaðin er hendur.

 

 

- Tað snýr seg um lív og deyð

Barba heldur, at heilsuverkið átti í nógv størri mun fylt valstríðið.

 

- Tá heilsuverkið manglar pengar, og sparingar verða framdar, ávirkar tað gerandisdagin hjá nógvum fólkum.

 

Barba sá ikki, hvussu stórur trupulleikin hjá heilsuverkinum var, fyrr enn hon sjálv varð rakt.

 

- Tað hevur alstóran týdning, at vit hava eina trygga føðistovu í Suðuroynni, tí talan er um lív og deyð, sigur Barba Sandá Nielsen at enda.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.