- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listafólkið: Marna í Grund
Unga listakvinnan, Marna í Grund, dámar sera væl alt tað føroyska og nýtir hetta aftur í sínum myndum.
Gavst at tekna
Tá Marna var yngri, valdu hon og ein vinkona at fara á kvøldskúla og fáa vegleiðing, tí teimum dámdu so væl at tekna.
- Hetta gjørdi, at eg bleiv meiri kritisk, og av tí sama var tað longri ímillum, at eg varð nøgd við tekningarnar hjá mær. Eg gavst at tekna. Tað gingu 10 ár, áðrenn eg aftur byrjaði at tekna.
Eg slappi av, tá eg máli
Marnu dámar best at tekna eftir motivum heldur enn bert eftir hugflognum.
- Eg slappi av, tá eg máli, og mær dámar sera væl litir, ið ofta sæst aftur í mínum málningum. Tó havi eg eina dillu, har mær dámar sera væl at mála svart/hvítt. Mær hevur altíð dámað væl svart/hvít fotografi, og eg haldi, at tað er grundin til, at eg havi hesa dilluna.
Íblástur úr Føroyum
Tað mesta av íblástrinum kemur úr Føroyum. Henni dámar væl at mála føroyskar fuglar og sum heild djór.
- Mær dámar væl at seta føroyskar detaljur á mínar málningar. Litirnir, ið eg brúki, eru alt eftir, hvat eg haldi passar væl saman. Mær dámar sera væl, tá okkurt brýtur út frá í einum málningi.
Eg vildi sagt, at stílurin er eitt sindur mín egni. Eg royni ikki at hyggja ov nógv eftir, hvussu hini gera, men eg kann tó gott fáa íblástur aðrastaðni frá. Mínir málningar líkjast fyri tað mesta ikki hvørjum øðrum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |