Lyon og Konni Kass í Töting

Mynd av Konni Kass: © Sonja Wang Hansen
Lyon og Konni Kass í Töting
Komandi leygarkvøld rungar tónleikur aftur gjøgnum Syðrugøtu
09.09.2015 - 17:15

Um vikuskiftið verður aftur lív í í Töting, tá Lyon og Konni Kass stíga á pall.

 

Lyon

Ungi gøtumaðurin, Lyon Hansen, útgav fyri stuttum fyrstu fløgu sína, LYON,  og verður konsertin leygarkvøldið tí eisini ein útgávukonsert. Fløgan fevnir breitt og hoyrir ikki til nakra ávísa sjangru. Heldur er tað nærveran, tað kensluríka og tað ærliga, sum eru reyði tráðurin í fløguni hjá Lyon.

 

Les eisini: Tað byrjaði við einum rúmdarmanni

 

Við síni sermerktu sangrødd, klaveri og gittarleiki er Lyon eitt orkuskot, sum eigur at upplivast, og fært tú høvið til tað um vikuskiftið, tá hann trínur á pall saman við bólki sínum.

 

 

Konni Kass

Konni Kass er ein dugnaligur saxofon og gittar-leikari og ein framúr góð songkvinna, sum leingi hevur verið ein partur av jazz-scenuni í Føroyum. Hon er tí ikki heilt nýggj á føroyska tónleikapallinum, men gjørdist tó enn meiri aktuell, tá hon í ár vann talentkappingina Sement, sum Lyon eisini vann í 2014.

 

Les eisiniKonni vann Sement 2015

 

Til kappingina gjørdi hon av sonnum vart við seg sum songkvinna og sum tónleikari á egnari tónleikaverkætlan. Tónleikur hennara er melodiøsur poppur við einum veti av elektro blandað uppí. Við á pallin hevur hon bólkin hjá sær, sum er samansettur av navnframu tónleikarunum Per Ingvald Højgaard Petersen, Knút Háberg Eysturstein og Tórleik Mortensen.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.