- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stílurin: Guðrið Patursson
Hvør av stjørnunum er tín klædnainspiratión?
Eg fylgi ikki nóg væl við stílunum hjá teimum kendu, men av og á síggi eg myndir, sum geva mær íblástur - serliga dámar mær klædnastílar, sum eru eitt sindur 'retro'.
Hvat er eitt 'must have' í tínum skápi?
Eitt must-have í skápinum er heilt sikkurt eitt gott sett av náttklæðum! Men um tað skal vera okkurt, man kann fara í alment (haha), so vil eg siga ein lang cardigan - tær kunnu brúkast til eitt hvørt sett.
Hvat hevði tú ongantíð latið teg í?
Svart frá topp til tá. Ella lilla. Mær dámar ikki lilla.
Lýs tín stíl við trimum orðum
Farvuríkur, summarligur, retro og fjølbroyttur .. bíða har vóru fýra orð.
Hvat er tín yndis klædnahandil?
Heilt sikkurt Pull&Bear, sum er 'urban' og 'retro'. Har finni eg altíð okkurt lekkurt.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |