Trý døgn uttan svøvn lekir tunglyndi

Trý døgn uttan svøvn lekir tunglyndi
Fólk, ið hava havt tunglyndi í áravís, verða nú frísk eftir einari viku, vísir nýggj donsk gransking
20.09.2015 - 21:00

Danskir granskarar hava funnið ein nýggjan og øðrvísi hátt at lekja tunglyndi. Nemliga at halda seg vaknan í trý samdøgur. Aftrat hesum verður sagt at hetta eydnast bert, um tú fylgir vegleiðing við góðum svøvnvanum. Hetta skrivar danska heimasíðan videnskab.dk.

 

Granskarar á Københavns Universitet og Region Hovedstadens Psykiatri hava roynt hendan hátt við 30 ymsum sjúklingum, ið hava livað við álvarsamum tunglyndi í longri tíð.

Eftir hesa einu vikuna vórðu 58,4% av sjúklingunum longu frískir. Og 27 vikur eftir kanningina vóru heili 61.9% av sjúklingunum vorðnir frískir.

 

- Við hesari kanning vísa vit, at tað ber til at gera ein stóran part frískan, ið hava verið sjúk í mong ár, og ikki hava havt nóg góð úrslit við heilivági. At gera nakrar sjúklingar frískar eftir bert einari viku, er rættiliga stórt, sigur kliniski lektarin í gransking fyri kliniskum medisini, á Københavns Universiteti, Klaus Martiny.

 

Tey deprimeraðu hava "kroniskt jetlag"

Sambært Klaus Martiny eru fleiri orsøkir til, at hesin hátturin og vegleðingin virka so væl. Ómetaliga nógvir sjúklingar, ið hava tunglyndi, hava eisini tað, ið læknarnir kalla "forstýraða døgnrútmu". Tað vil siga, at natúrliga døgnrútman, ið ger, at mann er vakin um dagin og svevur um náttina, verður forskotin meir og meir, tí at teir sovna seinni og seinni.

 

- Tá ið mann hevur tunglyndi, er mann vanliga illa fyri í byrjanini av degnum, men fær tað betri sum dagurin líður. Nógv venda tá døgninum á høvdið, soleiðis at tey sova nógv av degnum og eru uppi nógv av náttini. Tann innara rútman verður oyðiløgd, akkurát sum um mann hevur "jetlag", sigur Klaus Martiny.

Orsøkin til, at hesin hátturin virkar, er tann, at sjúklingarnir verða so troyttir, at tá tey endiliga fáa sovið, rætta tey upp á rútmuna aftur.

 

Les eisini: Fá rættlag í svøvnin aftur

 

Humørhormon fellur um náttina.

Umframt at rætta upp uppá svøvnrútmuna, virkar hesin hátturin, av tí at mongdin av humørhormoninum serotonin, økist, tá ein ikki svevur.

- Eg var í Milano í 2007 og fylgdi einari líknandi verkætlan. Eg var uppi eina heila nátt við einum sjúklingi, ið hevði tunglyndi. Tað var ótrúligt at síggja, hvussu nógv betri hon fekk tað, tá ið klokkan var áleið 4 um náttina, sigur Klaus.

 

- Aldrin áður sovið so væl

Marie Hald Rasmussen, 32 ár, hevur fyri stutt síðani verið innløgd vegna tunglyndi á Risskov Psykiatrisk Hospital. Har royndi hon hesa øðrvísi mannagongdina og segði seg ikki minnast, at hon  nakrantíð áður hevði sovið so væl. Hon svav í heilar 12 tímar.

Marie helt ikki, at tað var nakað serliga galið við hennara svøvnrútmu áðrenn hesa royndina. Hon var í gongd við at gera sína bacheloruppgávu lidna, so hon varð noydd at sova um dagin og vera vakin um náttina.

 

Egin ábyrgd at halda seg vaknan

Sjúklingarnir, ið royndu hesi trý døgnini, fingu boð um at halda seg vaknan til kl. 20 kvøldið eftir. Síðani skuldu teir sova til í seinasta lagi kl. 8.00. Mannagongdin varð endurtikin tríggjar ferðir.

 

- Tað var teirra egna ábyrgd at halda seg vaknan. Vit ráddu teimum til at ganga ein túr, drekka kaffi, hyggja at sjónvarpi ella lurta eftir walkman. Starvsfólkini høvdu ikki loyvi at vakja tey. Nøkur heilt fá sovnaðu í eina lítla løtu, men tað bilti einki serligt, sigur Klaus.

 

 

Kelda: videnskab.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.