- Tíðindi, mentan og ítróttur
G! kvøld í Keypmannahavn
Ert tú útiseti og leingist heim? 16. oktobur verður høvi at uppliva sermerkta dámin frá G! festivalinum í øðrvísi hami, tá tvey av stóru nøvnunum á G! Festivalinum fara at spæla á Norðuratlants bryggju.
Fallullah
"Útlendska" navnið á tiltakinum er danska songkvinnan, Fallullah, ið var eitt av høvuðsnøvnunum á G! í 2011, har hon hevði eina væleydnaða konsert. Í løtuni arbeiðir Fallullah við síni triðju fløgu, ið verður givin út á evropeiska og amerikanska marknaðinum nú í heyst, og væntast kann, at hon fer at spæla nakrar av nýggju sangunum til konsertina fríggjakvøldið.
Marius
"Lokala" navnið verður Marius, ið leingi hevur verið fastur gestur á G! festivalinum. Marius gjørdist av sonnum ein fólkaogn, tá hann í apríl gav út væl eydnaðu fløguna 'Home/Heim'. Hetta bar konsert hansara á ársins G! Festivali eisini boð um, tá ein stúvstappaður gøtusandur sang hart við til 'Nærveran'.
Í tónleiki sínum megnar Marius at fanga ta føroysku náttúruna og dámin í nostalgisku og droymandi ljóðunum, ið bera hugin hjá einum og hvørjum útiseta heim aftur til oyggjarnar.
Atgongumerki
Tiltakið G! Festival Night verður á Norðuratlants bryggju 16. oktobur kl 19, og kann atgongumerki keypast fyri 100 kr her, ella við dyrnar fyri 125 kr.
Lurta eftir 'Nærveran' hjá Mariusi og 'Out of It' hjá Fallullah niðanfyri
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |