13 grundir hví tú kanska ert so troyttur

13 grundir hví tú kanska ert so troyttur
Geispar tú nógv meira, enn tú átti at gjørt? Kanska hesar eru orsøkirnar
13.10.2015 - 22:30

Time hevur samlað 13 typiskar grundir fyri, hví vit ofta ganga við posum undir eygunum og eru um at sovna á skúlabonkinum. Og flestu grundirnar eru óvanar, sum lættliga kunnu broytast. Tær eru hesar:

 

1. Tú drekkur ov lítið vatn.
Vit missa orku, tá vit eru dehydrerað. Tá vit ikki fáa nokk vesku, gerast vit sløv, og blóðið gerst tjúkkari, og tí arbeiðir hjartað meir og minkar um tíðina at fáa ilt út í gøgn og musklar.
 

2. Tú gloymir at íðka
Tá tú droppar rennitúrin ella dansi-tíman, snýtir tú teg sjálvan og fær ikki ta orkuna, tú annars kundi fingið. Jøvn íðkan fær motión í alt títt innara maskinarí og gevur tær betri lag og eitt lættari sinni.
 

3. Tú etur ikki morgunmat
Tú hevur hoyrt tað ofta fyrr; Morgunmatur er ein tann týdningarmiklasta máltíðin á degnum. Tín kroppur hevur tørv á bensini um morgunin fyri at fáa orku til dagin.
 

4. Tú fært ikki nokk jarn
Ungar gentur serliga hava ofta mangul á jarn. Jarnmangul ger, at tú følir teg troyttari, meir gronuttan og hevur lætt at missa fokus. Fá jarn gjøgnum tablettir, kidneybønir, tofu, egg, oksakjøt, myrkagrønar grønsakir, nøtir o.s.fr.
 

5. Tú ert perfektionist
Um tú allatíðina strembar eftir tí besta og perfektión, so arbeiðir tú væl harðari enn neyðugt og brúkar nógva orku. Mál, sum eru ógjørlig at náa, gera bert, at tú ongantíð verður nøgdur við arbeiði títt. Blív við og arbeið teg uppeftir, men legg óvanliga høgu væntanirnar frá tær.
 

6. Tú drekkur eitt glas av víni um kvøldið
Sjálvt um alkohol kann virka at gera teg meir avslappaðan ella kanska meir hyper, so kann tað eisini gera, at tú ikki svevur líka væl. Alkohol ávirkar títt adrenalin og ger tað verri hjá tær at náa inn í fasta svøvnin.
 

7. Tú gert detaljur til stórar trupulleikar
Lítlar óttanir og annað órógv minka um tína orku. Finn frið við at meditera, anda djúpt, vera úti, spæla ella við at gera annað, tær dámar væl.
 

8. Tú etur ikki rætt
Matur, sum er fyltur við sukri og kolvætu, økir skjótt um títt blóðsukur og fær tað at falla líka skjótt. Ójavnin ávirkar og kann gera teg meir troyttan. Et frukt, grønsakir, fullkorn, kjøt og annað fyri at halda blóðsukrinum javnt.
 

9. Tú óruddar og ruddar ikki upp
Tá tað er óruddiligt, gerst tað verri at halda fokus og at slappa av. Eitt ruddiligt kamar gevur tær betri byrjan á dagin og kann minka um títt stress og økja um orkuna.
 

10. Tú arbeiðir í feriunum
So skjótt, sum tú fært pausu frá skúlanum, byrjar tú at arbeiða. At arbeiða er gott, men vit hava øll tørv á eini pausu av og á.

11. Tú tjekkar mail, facebook og annað í songini
Tá tú sigur, tú “fer at leggja teg,” liggur tú ofta fyrst í eina góða løtu við telefonini. Lær at leggja telefonina frá tær, tá tú skalt leggja teg at sova.
 

12. Tú drekkur koffein allan dagin
Ein koppur av kaffi kann gera nógv gott, men um tú fært ov nógv koffein gjøgnum dagin, so kann tað ávirka tín svøvn og ger, at tú følir teg troyttari.
 

13. Tú svevur minni um vikuskiftið
Flest øll leggja seg seinni um vikuskiftið, og tað er væl skilligt, men tað er kanska eisini ein av grundunum, hví tú ert so troyttur mánamorgun og hinar dagarnar við. Royn og legg teg fyrr, so tað er meira javnvág í, og tær ikki nýtist at byrja eina nýggja rutinu hvønn mánadag.


Keldur: Dagens & Time

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.