Skál’ið: grønlendskt

Skál’ið: grønlendskt
Hvussu skálar tú við grønlendarar?
17.10.2015 - 03:45

Flestu okkara vita, hvussu vit skulu skála við stóra meirilutan í kongaríkinum, sum hevur danskt sum móðurmál. Mong okkara duga enntá eisini onkra stutta drykkjuvísu á donskum. Skuldi tú tó møtt einum grønlendara á barr, so verður samrøðan allarhelst hugnaligari, um tú dugir at skála á grønlendskum.

 

Skál á grønlendskum er ‘kasuutta ’ og verður úttalað nakað sum ka-sutta.

 

Hvussu skal eg minnast tað?

Ein góður háttur at minnast løgin orð, sum bara eru ljóð, er at seta tey í samband við okkurt, tú kennir. Kasuutta kundi ljóðað sum kann sutta á føroyskum.

 

Grønlendskt

Í grønlandi eru fleiri dialektir, men bert eitt skriftmál, ið er bygt á vesturgrønlendskt. Vesturgrønlendskt er eisini ríkismál, tí millum annað lærustovnar vóru í høvuðsstaðnum Nuuk, ið liggur í miðvesturgrønlandi, tá skriftmálið varð gjørt í seinnu helvt av 1700-talinum.

 

Fyrsta grønlendska orðabókin kom út í 1750'unum, meðan fyrsta grønlendska mállæran kom út í 1760'unum. Danskir trúboðarar stóðu fyri hesum arbeiði.

 

Á grønlendskum verða heilir setningar settir saman til eitt orð. Til dømis merkir panik dóttir, -nnguaq merkir lítil og -ra merkir mín. Orðið paninnguara merkir sostatt mín lítla dóttir.

 

Grønlendarar læra danskt frá fyrsta flokki og enskt frá sjeynda flokki. Í Grønlandi eru enn nógv, sum als ikki duga grønlendskt, hóast tað nú er einasta almenna mál. Eisini eru nógv bløð, vegskelti o.s.fr. bæði á donskum og grønlendskum.

 

 

Keldur: norden.org, europas-lande.dk, denstoredanske.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.