Oktober í tónleiki

Oktober í tónleiki
Oktober mánaður er karmur um nógvar fjølbroyttar konsertir
19.10.2015 - 22:00

Heystið er komið, tað regnar, tað er kalt, og tú keðir teg. Men stúr ei, tí í oktober mánað eru nógvar ymiskar konsertir at fara til.

 

Röddin hevur niðanfyri gjørt eitt yvirlit yvir tær konsertirnar, sum tú skuldi farið til. 

 

Týsdagin 20. oktober

Open Stage / Open Mic í Reinsarínum. Hesa ferð er tað Bára Silvansdóttir, sum er gestur á opna pallinum í Tórsgøtu. Eisini er møguleiki hjá tær at royna teg á pallinum. Far oman í Tórsgøtu og hoyr ymiskar framførslur.

Reinsaríið, kl. 19.30

 

Fríggjadagin 23. oktober

Ert tú ein av teimum óhepnu, sum ikki náddi at fáa atgonguerki til konsertina hjá Lukas Graham? Jamen so er at skunda tær, tí enn eru atgongumerki eftir til eykakonsertina hjá Lukas Graham, sum verður í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið. Ert tú harafturímóti ein av teimum skjótu, sum náddi at ogna tær eitt atgongumerki til danska sjarmørin, Lukas Graham, so er tað leygarkvøldið 24. oktober í Høllini á Hálsi, at tú skalt vera.

Høllin á Hálsi, fríggjakvøld og leygarkvøld kl. 21.00

 

Leygardagin 24. oktober

Er Lukas Graham ikki akkurát tú, men ert tú kortini tónleikaáhugað/-ur, so er at leita sær oman í Reinsaríið til Tónating. Her hittist føroyskur tónleikur, har tónleikarar, tónleikaáhugað og tónleikaídnaðurin kunnu hittast við sínum javnlíku. Í Reinsarínum verður tónleikaloppumarknaður, framførslur, framsýningar og framløgur. 

Reinsaríið, kl. 13.00-18.00

 

Eisini kanst tú leita tær ein túr til Gøtu og hoyra eina rúgvu av føroyskum tónleikarum. Væl umtókta bygdatiltakið "Hoyma" verður aftur á skránni leygarkvøldið 24. oktober. Á skránni eru Eivör Pálsdóttir, Annika Hoydal, Lena Anderssen, Eyðun Nolsöe, Niels Midjord og Eilin Hansen, Lyon, Mattias Kapnas, Kata, MonkeyRat og Hans Andrias. 

Í Götu, kl. 19.00

 

Sunnudagin 25. oktober

Hvat er betri at taka sær til eitt sunnukvøld enn at fara til konsert hjá føroysku songdrotnigini? Eivør hevur júst útgivið nýggju útgávuna, Slør, og verður sunnukvøldið at hoyra í Norðulandahúsinum. Konsertin er longu útseld, men Eivør hevur heldigvís tíð til eina eykakonsert sama kvøld. 

Norðurlandahúsið, kl. 20.00 og eykakonsert kl. 22.00

 

Týsdagin 27. oktober

So bleiv aftur týsdagur og Open Stage / Open Mic er aftur í Reinsarínum. Hesa ferð er tað Finnur Koba, sum er gestur. Eisini er møgugleiki hjá tær at royna teg á pallinum. Far oman í Tórsgøtu og hoyr ymiskar framførslur.

Reinsaríið, kl. 19.30

 

Mikudagin 28. oktober

Fyri at fáa eitt sindur av lív og gleði í eitt kalt mikukvøld í oktober, so verður Dánjal á Neystabø klárur at taka ímóti okkum í Reinsarínum. Far oman í Reinsaríið og uppliv Dánjal á Neystabø við fullum bólki sveitta seg ígjøgnum tey kraftmiklu og melodisk rørandi løgini.

Reinsaríið, kl. 20.00

 

Leygardagin 31. oktober

Vit kenna helst øll sangin "Sjeikurin", men tað eru óivað øll, sum vita, hvør faktiskt eigur hetta lagið. Ert tú til dansivinarligan 80'ara popp, so er at leita sær oman í Reinsaríið, har Nalja fer at framføra øll síni fólkakæru løg.

Reinsaríið, kl. 21.00

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.