Summi koma ov tíðliga

Summi koma ov tíðliga
Nýggjá átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd nýtir humor til at varpa ljós á at halda hámarksferðina
20.10.2015 - 14:30

Í átakinum síggja vit ein ungan mann í einum flottum bili. Bæði hann og bilurin hava alla røttu útgerðina, men hann freistast ikki at trýsta ov hart á spitaran. Framvið honum fer ein bilur fyri og annar eftir við vøkrum gentum, sum hyggja langtandi at honum. Í eygunum á gentunum fer tann hóvliga hetjan fram um teir, sum koyra ov skjótt. 

 

Filmsbrotið endar við stuttliga, men kanska provokerandi, tekstinum: Summir menn koma ov tíðliga, aðrir koma ordiliga - Halt hámarksferðina.

 

"Just no.."

Á facebook síðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd sæst, at hóast átakið hevur fingið fleiri hundrað likes og nógvar deilingar, so fær tað sinnið upp á kók hjá summum. Onkur vil vera við, at reklaman er diskriminerandi, meðan onnur halda, at hon beinleiðis er vánalig:

 

"Latið vera við at vísa hesar skít býttu reklamurnar yvir alt."

 

"Hvat er meiningin við, at hann kastar pinnin úr bilinum?"

 

"Ikki fyri nakað, men hatta er eitt av tí vánaligasta lýsingin eg havi sæð higartil."

 

Einans 32 % halda hámarksferðina

Hóast summi eru ónøgd, bera allar deilingarnar boð um, at fleirtalið metir filmin vera stuttligan og fangandi, og tað er týdningarmikið. Tað eru nevnliga einans 32%, ið siga seg halda hámarksferðina á 80km/t á landsvegi. Restin sigur seg vanliga koyra skjótari. Longu tá koyrt verður 10 km/t skjótari enn hámarksferðina, økist vandin at doyggja í samanstoyti munandi.

 

Kom ordiligt

Fleiri, sum eru fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum, eru sjálv uttan skuld í hendingini. Tú kanst vera á skeivum staði skeivu tíðina. Men hetta er ikki galdandi fyri fjøldina.

 

Menniskjansligir feilir liggja aftan fyri næstan allar deyðsvanlukkur á vegunum. Hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, um tað gongur galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum.

 

Vilt tú gera títt til at gera ferðsluna tryggari, skalt tú halda hámarksferðina. Hetta merkir eisini, at tú setir ferðina hóskandi niður, tá líkindini eru ivasom, hevur atlit fyri øðrum í ferðsluni, og leggur uppí, um tú ert ferðafólk, har koyrt verður ov skjótt.

 

Filmur fyri eldri í næstum

Filmurin, sum er ætlaður 18-24 ára gomlum ungum, er at síggja á internetinum og í biografinum. Kovboyfilm hevur staðið fyri framleiðsluni, og Janus Rasmussen úr BYRTA hevur framleitt tónleikin. Seinni kemur ein annar filmur, sum vendir sær til føroyingar 25 ár og eldri. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.