- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helt tað vera eina apríl søgu
Týsdagin 27. oktobur verða virðislønir Norðurlandaráðsins handaðar. Føroyingar hava umboðan í fýra av teimum fimm bólkunum. Umframt virðislønina fær vinnarin 350.000 krónur.
Í bólkinum barna- og ungdómsbókmentir eru Elin á Rógvi og Marjun Reginsdóttir tilnevndar fyri bókina, Og Mamma, ið Bókadeildin gav út í 2014. Saman við 13 øðrum rithøvundum úr Norðurlondum eru tær í uppskoti til at vinna virðislønina.
-Tað er heilt óvæntað. Eg fekk at vita, at Elin og eg vóru tilnevndar 1. apríl, so eg helt tað vera skemt. Eg hevði ongantíð droymt um at blíva tilnevnd nakað so stórt, og í hvussu so er ikki so tíðliga. Eg eri ónøgd við tekningarnar í bókini nú, men soleiðis vil tað nokk altíð vera at vera listafólk. Tað kann blíva ørkymlandi, men tað ger bara, at mann altíð tekur seg fram, sigur 21 ára gamla Marjun Reginsdóttir.
Framtíðarætlanir
Marjun Reginsdóttir hevur myndprýtt bókina, Og Mamma, eftir Elina á Rógvi. Marjun hevur áður teknað myndir til bøkurnar, Mín Jólabók, og roynir í løtuni at søkja inn á listaskúlan, The Animation Workshop, ið liggur í Viborg.
- Eg vænti ikki at vinna fyri mítt viðkomandi. Men um tað skuldi hent seg, hevði eg nokk brúkt virðislønina til at gjalda fyri ein listaskúla í Viborg, eg royni at søkja inn á. Harafturat hevði eg nokk nevnt tað í mínum portfolie, soleiðis at mín møguleiki fyri at koma inn verður hækkaður.
Skúlin er sera ringur at sleppa inn á, men Marjun ætlar at gera eina roynd kortini. Hon tekur í løtuni eitt skeið í Viborg í klassikari tekning.
- Samanumtikið eri eg spent til at fara til Íslands mánadagin, men eisini eitt sindur nervøs. Men alt í alt eri eg sera errin av at bliva tilnevnd í fyrsta umgangi, sigur Marjun Reginsdóttir.
Bókmentir, tónleikur og náttúra og umhvørvi
Í bólkinum bókmentir er føroyska umboðið, Hinumegin er mars, ið Sólrun Michelsen hevur skrivað, og sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 2013. 13 aðrir rithøvundar eru tilnevndir í bólkinum.
Í tónleikabólkinum er tað tungmálmsbólkurin, Hamferð, ið er tilnevndur úr Føroyum. Tíggju aðrir bólkar og einstaklingar eru tilnevndir til virðislønina.
SEV er eisini tilnevnt eina virðisløn í bólkinum náttúra og umhvørvi, ið verður latin tí fyritøku ella persóni, ið hevur gjørt eitt stórt arbeiði í at minka um CO2-útlátið.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |