Lektiuhjálp á Býarbókasavninum

Lektiuhjálp á Býarbókasavninum
Býarbókasavnið í Havn bjóðar aftur í ár næmingum í framhaldsdeild og á miðnámi lektiuhjálp
25.10.2015 - 21:30

Fleiri skúlar hava bjóðað næmingum lektiuhjálp eftir skúlatíð, og nú bjóðar Býarbókasavnið eisini lektiuhjálp. Bókasavnið fór fyrstu ferð undir tiltakið síðsta ár, tá ið Ida og Sigrið hjálptu næmingum við skúlatingum.

 

Í ár geva Sigrið og Katrin næmingum lektiuhjálp mánadag og mikudag kl. 16.30-18.00.

 

Sigrið Guðjónsson og Katrin Dahl Hanusson eru 19 og 20 ára gamlar og blivu studentar í 2015. Tær eru ávikavist málsligur og støddfrøðiligur studentur og hava royndir sum lektiuhjálparar frá studentaskúlanum í Hoydølum.

 

Hjálp fæst til vanlig skúlating og uppgávur. Tey, sum ganga í 3. s, eru farin í gongd við høvuðsuppgávuna, og eisini her er hjálp at fáa frá lektiuhjálparunum til uppgávuskriving og uppseting av uppgávuni. Og á bókasavninum er sjálvandi eisini wifi, bøkur og bókavørðir.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.