Tey ymsu sløgini av vinfólki

Tey ymsu sløgini av vinfólki
Her er ein listi av øllum vinfólkunum hjá tær
08.11.2015 - 17:00

At fáa vinfólk er nakað, ið fellur natúrligt hjá flestu menniskjum. Vit hava ótilvitað lært tað, síðani vit gingu í barnagarð, og hava møtt einari rúgvu av fólki ígjøgnum árini. Og flestu av hesum vinfólkunum fella í nakrar bólkar.

Her er ein listi av øllum vinfólka-typunum hjá tær:

 

Bestu vinfólk (nøgd: 1-5):

Ja, nýtist mær at fortelja tær, hvat bestu vinir eru? Tit skriva sikkurt saman á Messenger beint nú. "Haha, les líka hesa greinina á Röddini. Bárður er totalt ein nummar 8."

 

Barndómsvinfólk (nøgd: 5-7)

Tit gingu sikkurt í barnagarði saman ella voksu upp á somu gøtu. Hóast tað kanska gongur leingi ímillum, at tit síggjast, er tað altíð stuttligt at minnast aftur á hina ferð, tú slóð tunnu og rakti vinmannin hjá tær á høvdið ... tríggjar pentur, ella fyrstu ferð tit drukku tykkum skít saman í gomlu garaguni.

Tit síggjast ikki ofta, men hesi fólkini eru ofta tey, ið kenna teg best. Tit kenna akkurát grensurnar hjá hvørjum øðrum, tí tit hava upplivað so nógv snedig ting saman.

 

Ballingarvinfólk (nøgd: 5)

Tit hava sæð tær ringastu og bestu síðurnar av hvørjum øðrum. Kanska tit ikki kenna hvønn annan so væl uttan fyri ballingarumhvørvið? Tú veitst ikki navnið á mammu teirra, men tú veitst, hvat tey plaga at bíleggja á einari barr. Tú veitst ikki heilt, hvar tey arbeiða, men tey eru á 80% av tínum selfie’um. Tú ert vaknað/ur á sofuni hjá teimum ótteljandi ferðir, men tú klárar ikki at ímynda tær, at tit høvdu fylgst uttan rúsdrekka.

Hevur tú yvirhøvur sæð viðkomandi í dagsljósi?

 

Tónleikavinfólk (nøgd: 3)

“Tímir tú við til eina konsert?” Hetta sms-boðið fært tú sætta hvønn mánað, og tú sigur ja hvørja ferð. Tað er Teitur Lassen (ella eitt av hasum orkestrunum tær dámar so væl) for fanin! Sjálvandi fert tú. Tú spyrt, hvussu nógv atgongumerkið kostar. “350”, virkar til at verða svarið hvørja ferð. Tú spyrt, um tú kanst senda teimum peningin yvur PayPal, men onkursvegna hevur viðkomandi livað alt sítt lív uttan at keypa nakað av eBay. Tú orðnar flytingina og sært ikki viðkomandi aftur fyrr enn hasar seks mánaðarnar seinni, tá ið tit skulu á konsert.

 

Vinfólk av bygd (nøgd: 5-10)

Tit síggjast eiheldur ofta, tí tey búgva allarhelst í Suðuroy ella Sandoy og arbeiða ella ganga í skúla fulla tíð. Tað er tó bara inntil viðkomandi hevur brúk fyri onkrastaðni at sova, at tú fært hatta sms’ið: “Hey! Komi til Havnar fríggjadagin :-D Kann eg sova hjá tær?”. Og tú svarar ja hvørja ferð. Tú veitst ikki rættiliga hví. Tað er ikki tí, at tit hava tað so mega skeg. Men tú hevur brúk fyri einum bygdafrelli, ið skyldar tær eina tænastu, tá ið tú sjálv/ur skalt til Suðuroyar til eina Joey Moe konsert ella til Sandoynna til ... epla festival.

 

Vinfólk, ið duga væl at gera mat (nøgd: 3-5)

Hesum vinfólkunum skalt tú halda fast í. Tey hava sæð eina uppskrift onkrastaðni og bjóða tær heim til teirra at royna hana, og onkursvegna smakkar tað líka fantastisk hvørja ferð. Hald fast í hesum vininum, og lat hann aldrin fara.

 

Miðnámsvinfólk (nøgd: 20-25)

Hetta eru ikki bert floksfelagar, tí … let’s be honest, tær dámdi kanska helvtina av flokkinum. Restini møtti tú til hitt miðnámsballið, ið tú aldrin fert at gloyma, ella hina ferð tín vinkona í e-flokkinum bjóðaði tær við til hennara floksveitslu. Nakrir av hesum vinunum fella kanska eisini undir “ballingarvinfólk”. Tá ið tit møtast, byrja samtalurnar sum oftast við: “Ohmygad, hevur tú hoyrt hvør hevur fingið barn?”, “minnist tú ___?”, “jújú, tit vóru saman til jólaveitsluna! Ja, tá tú endaði á skaðastovuni!”. Onkursvegna vilja tey altíð snakka um tykkara fantastisku minnir, ið tú ikki altíð heldur vera so fantastisk. Nøkur av teimum vilt tú faktiskt helst bara gloyma.

 

Vinfólk, sum tær ikki ordiliga dámar (nøgd: 1-5)

Tit fylgjast aldrin einsamøll og kennast allarhelst, tí at tit eru vinir við tey somu fólkini. Tú sleppur bara ikki undan teimum. Tit vita bæði, at tykkum ikki dámar hvønn annan. Er har yvirhøvur ein orsøk? Ikki ordiliga, nei. Tykkum dámar bara ikki hvønn annan.

 

Rík vinfólk (nøgd: 1)

Tey siga sovorði í stíl við: “fokk tað, eg tími ikki at bíða eftir bussinum, vit bíleggja ein taxa.” So tað gera tit.

Hendan persónin sært tú í periodum. Kanska tit fylgjast hvørt vikuskifti í ein mánað, og so knappliga sært tú tey ikki í fleiri vikur. Tú fert á Instagram hjá viðkomandi og sært, at tey eru farin ein túr til Magaluf. Jamen, okey!

 

VINFÓLK, IÐ BERT HAVA BRÚK FYRI TÆR, TÁ IÐ TEY HAVA KEYPT SÆR EINA NÝGGJA REOL Á RÓTIKASSANUM, OG HON SKAL FLYTAST FRÁ FUGLAFIRÐI OG INN Í LÍTLU ÍBÚÐINA HJÁ TEIMUM, OG ONKURSVEGNA ERT TÚ EINASTA VINFÓLKIÐ HJÁ HESUM HJÁLPARSLEYSA PERSÓNINUM. SO HAR GONGUR TÚ SÆTTA HVØNN MÁNAÐ OG ROYNIR AT FÁA HASA LJÓTU REOLINA UPP GJØGNUM HEIMSINS MEST ÓMØGULIGU TRAPPUR (nøgd: 1)

Altso come on … Hvussu nógvum reolum hevur eitt menniskja tørv á?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.