Myndarøð: Slørutar myndir av málmi

Myndarøð: Slørutar myndir av málmi
"Reduced to Ranchus" kallaðist tað, tá ið Ranchus hitaðu upp fyri Reduced to Ash í Reinsarínum leygarkvøldið
11.11.2015 - 00:00

Hølið er myrkt, fólkini eru fá, og hýrurin er okey. Tað merkist týðiliga, at konsertsesongin er yvirstaðin.

 

Á skránni er fyrst rokkbólkurin Ranchus. Teir høvdu eina, sum vanligt, feita framførslu, sum tíverri varð eitt sindur oyðiløgd av vánaligu undirtøkuni hetta kvøldið. Føroyingar eru natúrliga afturhaldnir og nærum ógjørligir at fáa til at standa fremst til eina konsert, har ið tað er pláss fyri teimum longri afturi.

 

Dreingirnir í Ranchus hava eina orku, sum er rættiliga egin, men hon kann best upplivast í einum eitt sindur ov lítlum høli, so mann veruliga kann merkja skipaða óskilið í tónleiki teirra. 

 

Forsangari og gittaristur í Ranchus er Sigmund Zachariassen. Hann hevur eisini eitt soloprojekt.

 

Sigmund má vera einasti fronfigurur, sum er meiri awkward millum sangir, enn Filip í Lover Lover er. Men so leingi teir spæla, so hvørvur tað tápuliga, og rokkstjørnan kemur fram.

 

 

Eins og hjá Eivør trívast bibburnar best á berum.

 

 

Basspælari, Ólavur á Skipagøtu, ger sítt besta sum sitandi rokkari, eftir at reimin slitnaði.

 

 

 

Frá rokki til málm

Næst á skránni, og høvuðsnavnið hetta kvøldið, er Reduced to Ash. Teir hava júst lagt enn eitt lag út frá komandi fløgu teirra, og var tað eisini at hoyra á Reinsarínum.

 

Hoyr nýggja lagið her.

 

 

Tað var nú seinni á kvøldinum, fólkini vóru eitt sindur fleiri, og teir fáu áskoðararnir vóru við upp á tað og headbangaðu, sum um eingin hugdi.

 

 

 

Pinnastillur og garrvillur

Eyðun Hvannastein er sangari og gittarspælari í málmsbólkinum. Hann stendur fyri tað mesta pinnastillur, men hevur eina mergjaða og eftir hondini væl vanda rødd, sum, saman við tónleikinum, fær sjálvt tann mest afturhaldna føroyingin at vippa við høvdinum. Á ein hátt er tað feitt, at hann bara stendur har. Hann sær grótseriøsur út, og tað er tónleikurin eisini.

 

 

 

Ólavur á Skipagøtu er eisini basspælari í Reduced to Ash og slapp at spæla alt kvøldið. 

 

Summi siga, at eingin leggur merki til basspælaran, men tá tað kemur til livandi framførslur, so hevur Ólavur alt at siga.

 

Hann kastar seg runt og sær út, sum hevur hann hug at skræða seg sjálvan sundur. Hann gevur hesum yvirfeita málmstónleikinum ta framførsluna, hann hevur uppiborið. Og tað er ikki smávegis, tá tað er Reduced to Ash tónleikur.

 

 

Báðir bólkarnir hava youtube kanalir, har tú kanst hoyra løg teirra. Lurta eftir Reduced to Ash her og Ranchus her.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.