Gestamiksið: ÜBERNÖRD

Gestamiksið: ÜBERNÖRD
So er gestamiksið aftur á skránni, og hesa ferð er tað ÜBERNÖRD, sum eigur miksið
13.11.2015 - 21:15

Maðurin, sum goymir seg aftan fyri navnið ÜBERNÖRD, er Knút Háberg Eysturstein, sum vit kenna væl frá føroyska tónleikapallinum. Um nýggjasta miksið, sum hevur heitið "Spooky Surf Mix", sigur hann soleiðis.

 

- Miksið er sett saman við íblástri úr míni allahalgannaaftansdisking í Sirkus herfyri, har eg nærum bert spældi horror/halloween tónleik.

 

- Harumframt havi eg í seinastuni verið áhugaður í tematiskum sambondum millum serliga surf/instrumental og horror/halloween. Burturúr spurdist hetta miksið við surf, rockabilly og garage klassikarum um ólátaðan óhugna, retro ræðuleikar og øtiligan ørskap! Miksið er til eitthvørt høvi, tað verið seg gaman ella álvara. 

 


Sum tann tónleikanørdurin Knút er, so sleppa vit ikki undan nøkrum hagtalsligum viðmerkingum: 
 

- Tey flestu løgini eru frá tíðarskeiðnum 1955-1966. 

- 1961 er best umboðaða árið við tilsamans 6 løgum.

- Býtið millum instrumentalløg og løg við sangi er 50/50.

- 11 bólkar byrja við “The” (eitt klassiskt surf/instrumental eyðkenni). Telja vit backing bólkarnar hjá teimum báðum Dick Dale og Link Wray uppí (The Del-Tones og The Ray Men) økist talið til 13.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.