Ummæli: Rósa Maria

Ummæli: Rósa Maria
Megnaðu at fanga meg
14.11.2015 - 21:45

Í óveðrinum hóskvøldið leitaði eg mær niðan í Norðurlandahúsið at síggja dramakonsertina Rósa Maria. Eg var ikki heilt vís í, hvat eg kom inn til, men tá eg setti meg niður í salinum og sá pallin og uppsetingina, bleiv eg hugtikin av, hvat mundi standa mær í boði hetta kvøldið.

 

Tónleikurin - tónleikararnir svingaðu

Jónleif Jensen gjørdi eitt megnar arbeiði við at skapa tónleikin. Hvør sangur var góður og spennandi, og ikki gjørdist eg troytt av at lurta. Konsertin var spæld av ótrúliga dugnaligum tónleikarum - fleiri av okkara bestu. Bernhardur Wilkinson stjórnaði tónleikin, og úrslitið var framúr gott.

Ikki at gloyma trummuspælaran Gunnlaugur Briem úr Íslenska tónleikabólkinum, Mezzoforte. Hann hevði uppiborið eitt stórt klapp fyri sína solo og fyri góðu leiðsluna av orkestrinum. Sera dugnaligur tónleikari.

 

Sangarar - røddirnar vóru svingandi

Sangararnir kláraðu seg ikki bara væl sangliga, men vóru óførir at útrykkja seg sum sjónleikarar eisini. Eva Maria spældi krevjandi rolluna sum høvuðsleiklutur og kom væl frá tí. Sjálvt um røddirnar vóru sera svingandi og ymiskar frá sangara til sangara, so kláraðu teir seg yvirhøvur væl.

 

Søgan  - sum ein keðilig soapopera

Dramakonsertin var bygd á eina stuttsøgu um Rósu Mariu eftir Jens Paula Heinesen. Sjálv havi eg ikki lisið søguna og kenni hana tí ikki nágreiniliga. Tó haldi eg, at eg fekk eina góða hóming av henni gjøgnum dramakonsertina. Søgan er nýmótans og hevur ikki nógvan moral yvirhøvur. Søgan var spennandi av og á, men var ikki ein, sum stimbraði meg á nakran hátt - sum ein keðilig soapopera.

Við tað at eg ikki kendi søguna um Rósu Mariu so væl, kundi eg lættliga havt mist tráin, men dagbókin, sum kom á bakskermin av og á bjargaði. Hon lýsti tankarnar hjá Rósu Mariu um ymisku støðurnar og fortaldi um nakrar hendingar. Uttan dagbókina hevði eg havt torført at fylgt við allan vegin í gjøgnum og hevði óivað mist tráðin av og á.

 

Hæddarpunktið - við grøvina

Laila, sum spældi mamman, tók meg á bóli við hennara síðsta einstaka sangi, tá hon sang við grøvina hjá soninum og helt eini reyðari rósu í hondini. Tað var ein tann mest hugtakandi løtan á dramakonsertini.

Sangurin hjá Mike við jarðarferðina var eisini eitt av hæddarpunktunum á dramakonsertini. Hann megnaði at liva seg inn í kenslurnar av rámandi løtuni við grøvina, men megnaði eisini at stýra røddini meistarliga, soleiðis at vakri sangurin bergtók allan salin.

 

Megnaðu at fanga meg

Sum eg leitaði mær úr Norðurlandahúsinum kundi eg staðfesta, at óvissan, um hvat eg skuldi vænta mær, varð umskift við eina góða kenslu av einum framúr musikalskum upplivilsi. Tey megnaðu at fanga meg.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.