Timburmenn?

Timburmenn?
Hevur tú hug til ein grilled cheese, ein suverenan film ella eina økologiska andlitsmasku, sum skal bøta um støðuna?
21.11.2015 - 19:15

Fleiri hava verið har: Eftir eina harða nátt við alt ov nógvum tequila skotum vaknar tú við eini dundrandi høvuðpínu og vamli. Tú liggur undir tungu dýnuni, sum skiftir millum at vera ov heit og ov køld; tú lovar tær sjálvum, at tú aldrin skal drekka aftur.

 

Møði, tosti, høvuðpína og vaml eru afturvendandi sunnudags-eyðkenni, sum nærum taka lívið av tær.

Hetta eru tó serkend tekin, sum benda á, at tú heilt víst var í býnum í gjár. Tað er líkamikið, um tú var til eina eyka classy starvsfólkaveitslu, ella um tú sat á eini ølstovu og drakk í føroyskari troyggju – latum okkum bara vera erlig, tú var fokking skít í gjár, og nú leitar tú eftir eini viðgerð, sum fer at bøta um timburmenninar.

 

 

Grilled cheese

Mynd: Closet cooking

 

Einki er meira frammi fyri tíðina enn at vera low calorie, men tá timburmenninir valda, loyva fleiri sær at snýta eitt sindur – at vera eyka greasy.

Tó er hetta ein uppskrift, ið bert inniheldur 504 kaloriur, tað er minni enn tað er í pitsuni, sum tú vanliga plagar at keypa sunnudagar.

 

Tú skalt brúka:

2 flísar av toastbreyði

20 gram av smøri (light, um tú vilt vera eitt sindur sunnari)

3 flísar av beykon

30 gram av osti (helst cheddar)

50 gram av avokado (valfrítt)

60 gram av tomat (valfrítt)

Salt og pipar

 

Sker alt tilfarið í passandi stykkir, smyr smørið á breyðið og legg á heita pannu. Tá osturin er smeltaður, og breyðið hevur ein gyltan lit, er klárt at leggja í vaðið.

 

 

"Eg-havi-bara-hug-til-at-slaska-forr-sjúkt" filmar'

Mynd: Coach MikeLee

 

Følir tú teg sum ein strandaðan bláhval á sofuni eftir eina langa leygarnátt? Hevur tú bara hug til at njóta ein super film saman við tíni undirhøku?

 

Her eru nakrir filmar, sum gera støðuna meira tolandi og stuttliga.

 

The hangover

Hetta er sjálvandi tann upplagdi filmurin, tí tú følir teg sum eitt nógv betri menniskja, tá tú innsær, at tín nátt ikki var so vill, sum tú helt – tú misti í hvusssu so er ikki brúðgómin burtur.

 

Role models

Ein ótrúliga stuttligur feel-good-filmur – nokk sagt.

 

Wedding crashers

Life’s a party, crash it.

 

Reality bites

Minnist tú, tá Winona Ryder var allastaðni? Og tá Ethan Hawke var lekkur?

 

Dude, where’s my car?

Tvey potthøvd vakna eftir eina villa nátt og hava gloymt, hvar teir parkeraðu bilin – skeg, skeg, skeg.

 

 

Havragreyt í andlitið?

Mynd: Healtheatingfood

 

Joanna Vargas er útbúgvin serfrøðingur innan húð og sigur, at havragreytur er tann besta andlitsmaskan til tín, sum hevur timburmenn.

Havragreytur er satt at siga fantastiskur fyri húðina. Tað burturbeinir alla óreinsku í húðini, sum er komin av rúsdrekka.

 

Tú skalt brúka:

2.5 dl av vistfrøðiligum, kókaðum havragrýni

4 tsk av vistfrøðiligum hunangi

½  dl av mjólk

 

Rør tilfarið saman og smyr á andlitið.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.