Listafólkið: Silja Eystberg

Listafólkið: Silja Eystberg
Listafólkið hesa ferð er Silja, sum umframt at vísa okkum nakrar myndir fer at greiða okkum frá, hvat henni dámar at tekna og hví
27.11.2015 - 12:00

Silja Eystberg er 22 ára gomul og er búsett í Cambridge, har hon er í holt við sína Bachelor of Honours í Fine Art. Silja greiðir frá, at blýanturin altíð var fastur fylgisveinur ígjøgnum barnagarðin, fólkaskúlan og student, sum eisini elvdi til, at hon ofta fekk skeld, tí hon teknaði meira, enn hon gjørdi skúlating.

 

- Eg ivist ikki í, at orsøkin, til at eg altíð havi teknað nógv, er tí øll familjan hjá mær er røsk at mála, tekna, taka myndir og tílíkt kreativt.

 

Litfagurt og avskeplað

Silju hevur altíð dámað væl at tekna andlit, og tí eru tað serliga andlitsmyndir, ið hon hevur gjørt nógv burturúr. Seinastu tíðina er hon tó farin at tekna og mála nógvar málningar av heilum kroppum. Hóast hon ofta teknar menniskju, so er tað kanska ikki menniskjakroppar og andlit, sum vit kenna tey vanligt. 

 

- Fólkini, sum eg tekni, eru sum oftast litføgur og figurativ, men samstundis eisini onkursvegna eitt sindur avskeplað.

 

Retro-futurisma og Femme Fatale

Silja greiðir frá, at tá tað kemur til íblásturin til list hennara, so hevur hann broytt seg rættiliga nógv ígjøgnum tíðina. Tá hon var yngri, plagdi hon serliga at fáa íblástur frá øðrum listafólkum og frá Manga bókum, men stílurin hjá henni hevur flutt seg rættiliga nógv síðani tá.

 

- Í dag eru tað nógv ting, sum geva mær íblástur, men tað er kanska serliga Sci-fi filmar í stílinum retro-futurism og cult klassikarar, sum seta nakrar tankar í gongd. Eg haldi tó ikki, at tað sæst so væl aftur í myndunum hjá mær. Kanska eitt sindur í teimum litunum eg velji og á teimum 'Femme Fatale' figurunum, sum eg plagi at mála.

 

Vónar at liva av listini

Silja vónar, at listin fer at halda á fram við at fylla nógv í sínum lívi, og at hon fer at kunna arbeiða fulla tíð sum listafólk, tá hon verður liðug við sína Bachelor. Umframt at hava framsýningar í Føroyum ynskir hon sær eisini at kunna hava framsýningar í øðrum londum sum t.d. Danmark, Onglandi og Týsklandi.

 

- Sjálvandi fari eg nokk ikki at kunna tað beinanvegin, men eg ætli mær at arbeiða hart fyri at uppnáa tað, sum eg vil hava, sigur hon at enda.

 

NIðanfyri sært tú nakrar av myndunum hjá Silju 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.