Tú ansar honum, hann ansar bróstunum

Tú ansar honum, hann ansar bróstunum
Men hvussu skal brósthaldarin viðfarast? Hvussu vaski eg hann, og hvussu skal eg lata meg í hann?
08.12.2015 - 13:00

Niðanfyri eru nøkur ‘tips’, sum vísa á, hvussu brósthaldarin skal viðfarast.

 

1. Í øllum brósthaldarnum er ein vegleiðandi merkiseðil, ið vísir, hvussu hann skal vaskast. Summir kunnu vaskast í vaskimaskinuni, meðan aðrir skulu vaskast við hond.

 

2. Svart og hvítt skal vaskast hvør sær, somu reglur eru galdandi fyri brósthaldarar – minst til, hvat mamma plagdi at siga!

 

3. Ikki koyr push-up brósthaldarar í turkitrumluna, men lat teir torna á snórinum.

 

4. Skúmið í teimum oyðilegst nemliga, um tú koyrir teir í trumluna.

 

5. Goym teir í eini skuffu, soleiðis at skálin á tí aftara liggur inn ímóti skálini á tí fremra. Soleiðis halda teir sær í tí rætta skapinum.

 

6. Ikki brúka tann sama brósthaldaran fleiri dagar á rað. Syrg fyri at hava fleiri, soleiðis at tú nærum dagliga kanst skifta ímillum.

 

7. Tann reglan, ið er mest umráðandi, er at lata seg í brósthaldaran á rættan hátt. Hygg her og syrg samstundis fyri, at tú letur teg rætt í hann.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.