“Eitt heim er ikki eitt hotell...”

“Eitt heim er ikki eitt hotell...”
Abdalla er 21 ára gamal og úr Libya. Hann greiðir her frá um millum annað skúlagongd, giftarmál, Gaddafi og arabiska várið
10.12.2015 - 11:45

Eg hitti Abdalla fyrstu ferð fyri tveimum og einum hálvum ári síðani, tá vit byrjaðu á sama universiteti í Kina. Eg og sjeikurin búgva á universitetinum í somu íbúð sum Abdalla, ein drongur úr Litava og kinesiska daman hjá litavanum.

 

Abdalla er føddur og uppvaksin í næststørsta býnum í Libya, Benghazi, sum nú eftir seks ár við borgarakríggi er sundursoraður. Foreldrini eru flutt til høvuðsstaðin, Tripoli, men sjálvur býr Abdalla í Kina, har hann lesur altjóða handil og samskifti. Hann og familjan eru eins og tey flestu úr Libya sunni muslimar og tosa arabiskt. Tey eru væl útbúgvin og duga enskt. Abdalla er yngstur av stórum systkinaflokki.

 

- Foreldur míni eru bæði læknar –  mamma er tannlækni, og pápi er líkskoðari – ella rættarlækni. Vit eru sjey systkin, sum nú búgva um allan heim. Eg eigi eina systur í Týsklandi, ein beiggja, sum skrivar PhD í trúarlæru í Saudi Arabia, eina aðra systur, sum er lækni í Turkalandi, ein beiggja, sum nú aftur býr í Benghazi við familjuni, eina systur, sum er ógift og býr hjá foreldrunum í Tripoli og seinast, eg prátaði við ein beiggja mín, sum arbeiðir fyri eitt altjóða oljufelag, var hann í Brasilia.

 

 

Skúlagongd
Abdalla tók studentsprógv og gekk seinna partin av barnaskúlanum á einum skúla fyri serliga evnaríkar næmingar. Hann greiðir tó eyðmjúkur frá, at tað kanska ikki var fyri so serliga evnaríkar næmingar, tí royndin, ein skuldi standa, fyri at sleppa inn, var ikki so torfør.

 

Tá Abdalla gekk seinasta árið á miðnámi í 2011, byrjaði arabiska várið og libyska kollveltingin.

 

- Orsakað av kollveltingini bleiv eg ikki studentur til tíðina, men mátti gera meg lidnan seinni fyri at sleppa inn á universitet. Mín miðnámsbreyt var rættað móti læknalestri, men eg avgjørdi seinni ikki at fara tann vegin, hóast tað enn hevur mín áhuga.

 

- Fyri at vera heilt erligur, so haldi eg, at tað at vera partur av kollveltingini noyddi meg at blíva skjótari vaksnan. Libya hevur brúk fyri øðrum útbúnum fólki enn bara læknum, tí læknar hava brúk fyri hentleikum og hjálparamboðum, ið vit ikki hava. Eg avgjørdi tí heldur at lesa handilsskap og gera mun á annan hátt.

 

Eftir at hava tikið studentsprógv, fór Abdalla til Malaisia at læra betur enskt. Ein beiggi hansara búði har, og hann hugsaði eisini, at tað var góður møguleiki at fara undir hægri lestur har. Hann fekk tó ikki innferðarloyvi, so hann endaði í staðin á eini aðrari deild hjá sama universiteti í Kina.

 


Giftarmál
Spurdur um foreldrini skulu velja konu hansara, svarar Abdalla flennandi, at hetta er ein luksustrupulleiki og sipar til, at tey í Libya hava nógv størri trupulleikar enn hetta.

 

- Nei, tey skulu ikki velja konu mína, og tey hava heldur ikki valt makarnar hjá hinum systkjunum. Teimum dámar væl at hava ein fingur við í spælinum, men tey taka ikki avgerðina. Míni foreldur eru rímiliga liberal í mun til onnur, og tey fara heilt vist at góðtaka mína avgerð.

 

- Nei, eg skal ikki hava fleiri konur. Tað er lógligt, men eg havi bara hoyrt um ein, sum hevði tríggjar konur – tað var grannin hjá okkum. Koranin sigur, at um tú skalt hava fleiri konur, mást tú vera vísur í, at tú ikki fert at gera mismun millum tær – hvørki kensluliga ella materielt. Hetta er næstan ómøguligt, og bara heilt rík fólk kunnu yvirhøvur umhugsa tað.

 

Abdalla greiðir eisini frá, at kona hansara ikki neyðturviliga nýtist a vera muslimur – hon kann gott vera kristin ella jødi, tí tað er jú sami Guð.

 

- ... ella í grundini skulu vit nokk finna útav tí, hóast hon ikki er tað – so siga vit bara við míni foreldur, at hon er kristin.

 


Stýrið hjá Gaddafi
Meðan Gaddafi sat við valdið, var Libya eitt trygt land – 100% tryggari enn nú, sigur Abdalla. Men trygd og lóg vóru ikki fyri fólkið, tey vóru bara fyri Gaddafi sjálvan, soleiðis at hann kundi halda fram sum einaræðisharri, greiðir Abdalla frá.

 

- Í Libya vóru øll mett, hóast stórir partar av Afrika svøltaðu. Landið syrgdi fyri bæði útbúgving og heilsuverki, men tey vóru út av lagi vánalig. Vit máttu flúgva mammu til Turkalands at fáa skurðviðgerð, tí heilsuverkið var so vánaligt og langt aftan fyri heilsuverkini í okkara grannalondum.

 

- Tá Gaddafi stýrdi, var hvørki talu- ella skrivifrælsi, óheftir- ella útlendskir miðlar. Vit høvdu einki internet fyrr enn í umleið 2004 og als onga grundlóg, tí Gaddafi var Libya, og Libya var Gaddafi. Hugsa tær Norður Korea í dag... vit vóru nokk uppaftur meir afturlatin enn tað.

 

- Hann var harumframt drápsmaður. Hann myrdi næmingar og fólk við aðrari politiskari áskoðan. Nógvir av floksfeløgunum hjá pápa á universitetinum vórðu dripnir í 70'unum í einum minni uppreistri.

 


Eftir Gaddafi
- Okkara familja hevur verið nógv hótt eftir kollveltingina. Pápi hevur sitið í parlamentinum, hóast hann ikki hevur nakra serliga politiska bakgrund – hann kennir bara nógv fólk og er væl dámdur, so vit eggjaðu honum til at stilla upp. Hann er tó ikki við í nýggju skiftisstjórnini, tí Muslimski bróðurskapurin, ið fólk allarhelst kenna sum ein víðgongdan muslimskan felagsskap úr eitt nú Egyptalandi, er við, og hann vil ikki samstarva við teir.

 

- Av tí, at hann hevur gjørt vart við hetta alment, hevur hann verið nógv hóttur. Eg havi eisini sjálvur fingið hóttanir á eitt nú Facebook, tí eg havi verið partur av herinum, og vit hava sum familja verið noydd at flýggja til Turkalands, tí hóttanirnar gjørdust so álvarsamar. Pápi hevur eisini verið kidnappaður og sitið í fongsli – eina ferð hoyrdu vit einki frá honum í eina heila viku.

 

Abdalla greiðir frá, at hetta ikki er óvanligt. Tá ISIS, sum nú ger vart við seg í Sýria, í næstan eitt ár hevði ræðið á Benghazi, vóru næstan øll noydd at flýggja. Hann leggur eisini aftrat, at hann ikki skilir, at eingin trúði teimum, tá tey gjørdu heimssamfelagið vart við trupulleikan við yvirgangsbólkinum ISIS, men at libyski herurin tíbetur hevur ræðið á 80% av býnum nú. 

 

 

Gjørt tað aftur?
- Nógv spyrja, um vit høvdu gjørt uppreistur aftur, um vit vistu, hvussu úrslitið fór at verða, og at landið fór at vera í ruðuleika í fleiri ár eftir, at Gaddafi varð dripin. Mítt svar er hundrað ferðir ja! Nú er í øllum førum ein vón fyri, at vit kunnu bøta um støðuna, og tað var tað ikki áðrenn.

 

- Hóast skilið er ringt, og mítt barnaheim í Benghazi er brunnið niður, fari eg heilt vist beint heim aftur til Libya eftir loknan lestur. Fyri meg er tað torturur at vera burtur heimanífrá, og eitt heim er ikki eitt hotell – tú kanst ikki bara soleiðis fara, um tænastan er vánalig. Eg verði ikki verandi í útlondum uttan so, at tað er fyri at nema mær útbúgving, sum ikki er møgulig í Libya.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.