- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndarøð: TalGILDIÐ
Elektro hevur sínar upp og niðurtúrar í Føroyum, men sær út til at koma sterkt aftur í nýggja árinum. Vit hava havt noise konsertir og annað løgið, men hetta kvøldið var eitt innlit í elektriska pallin, sum breiðir seg frá avbjóðandi ljóðlist til visuellar framførslur.
Flestu bólkarnir høvdu filmar spælandi í bakgrundini. Har vóru allar møguligar pallmyndir frá ymsum filmum frá 80'unum, og vóru teir allir, uttan ein, gjørdir av Jan Nystrøm, sum eisini framførdi.
House, soul og genderfuck
Helgi byrjaði kvøldið við disking og filmsframførslum, sum hann sjálvur hevur gjørt. Hann er stutt síðani fluttur heim til Føroya eftir at hava lisið kommersiellan tónleik og síðani ljóðlist í Englandi.
Hann vil ikki avmarka síni verk til tónleik, men strekkja tey seg ofta til ljóðlist.
Hann setti ballið í gongd, og stemningurin var í topp.
Helgi við Helga í bakgrundini. Filmurin liggur á Youtube til lagið #HLMB / He Loves My Body.
Nintendotónar og 80'ara science fiction
Jan Nystrøm er als ikki nýggjur til visuellu ljóðlistaframførslurnar, og sást hansara stílur og ikki minst filmsíblástur týðiliga aftur gjøgnum kvøldið.
Melodiskt við Frostfelt
Maðurin handan melodiska elektrobólkin er Líggjas Olsen, og verður tónleikurin framleiddur av SAKARIS.
HÚS
Rólant Lenvig av Reyni gav okkum seinar, minimalistiskar tónar. Hansara tónleikur er spennandi og nýggjur í føroyskum høpi.
Traditionell konsert við diskoskóm
Hulda fekk endiliga fólkið upp at dansa, og TalGILDIÐ gjørdist eitt ball í tí nú fulla hølinum.
Hóast hon noyddist at biða tey tríggjar ferðir, so skal bara eitt lítið skump til okkara kæru, smædnu føroyingar, sum sum vant stóðu aftast og inn ímóti vegginum til trý tey fyrstu nøvnini.
Ball fyri rest
Brynjolfur var síðsta navnið og dessertin til hetta fantastiska, væleydnaða kvøldið.
Hann diskaði út á náttina, til Perlan ikki kundi húsa longur, og fólkið fór víðari í býin.
Um hesir tónleikararnir og ljóðlistafólkini verða aftur at hoyra á barrum og dansistøðum kring landið, so verða Føroyar alt annað enn keðiligar.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |