- Tíðindi, mentan og ítróttur
Albert Einstein hevði rætt
Tað varð, sum væntað, tey heilt stóru tíðindi, tá vísindamenninir við Advances Laser Interferometer Gravitational Wave Observatory hósdagin tóku slørið av.
Á fundi í Washington greiddu teir frá, at teir nú kundu máta tær sokallaðu tyngdarbylgjurnar, sum blivu skaptar av enormum objektum í rúmdini sum svørt hol og supernova-samanstoytur.
- Vit eru vitni til at varnast eitt nýtt amboð innan astronomi. Vit hava fingið ein nýggjan sans. Vit hava verið før fyri at síggja, men nú kunnu vit eisini hoyra í rúmdini, sigur alisfrøðingurin Nergis Mavalvala í eini samrøðu.
Tyngdarbylgjurnar raktu jørðina hin 14. septembur 2014, har tað fyri fyrstu ferð eydnaðist granskarum at máta eina tyngdarbylgju.
Tað hevur tikið fleiri mánaðir hjá granskarunum at verificera savnaða data'ið, áðrenn tey nú almannakunngjørdu úrslitini. Eygleiðarar siga, at hetta er ein av okkara størstu uppdagan gjøgnum tíðina, og hetta kann hjálpa okkum at gerast klókari uppá, hvussu alheimurin bleiv til.
Heimskendi alisfrøðingurin Albert Einstein segði longu fyri eitt árhundrað síðani, at tyngdarbylgjurnar vóru til. Í 1915 helt týski alisfrøðingurin tó ikki, at hann nakrantíð kundi observera bylgjurnar.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |