- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fer Kristel Lisberg at vinna í kvøld?
Á heimasíðuni dr.dk ber til at atkvøða fyri, hvør vinnarin av teimum tíggju luttakarunum í Melodi Grand Prix verður. Føroyska Kristel Lisberg liggur nummar fýra, meðan teir báðir Muri og Mario eru á odda.
Hóast slíkar atkvøðugreiðslur sjáldan eru serliga eftirfarandi, so eru aðrar ábendingar um, at Kristel møguliga endar á einum fjórða plássi.
Veddingarstjórarnir á eitt nú Danske Spil og Bet365 eru rættiliga samdir um, hvørji endaligu úrslitini av sangkappingini verða: Simone vinnur, meðan Kristel Lisberg endar á einum fjórða plássi.
Soleiðis síggja oddsini á Bet365 út:
Oddsini fyri, at Kristel vinnur, eru 10. Hetta merkir, at tú fært pengarnar 10 ferðir aftur.
Danska Melodi Grand Prixið byrjar í kvøld kl. 19:00 á DR1. Til ber at atkvøða ókeypis við Grand Prix appini.
Hoyr lagið "Who Needs a Heart", sum Kristel fer at framføra í kvøld.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |