- Tíðindi, mentan og ítróttur
The Oscars 2016: Reyða langmottan
Oscars-hátíðarhaldið er farið at snúgva seg líka nógv um kjólar og menniskjaframsýning, sum tað ger um filmar. 2016 var eitt ár við nógvum góðum, merkisverdum filmum, men ikki kann mann siga tað sama um klæðini. Nógv vóru flott ílatin, men fá høvdu nakað serligt.
Rætta dukkan til rætta kjólan
Áðrenn hátíðarhaldið byrjar, hava tey flestu, ið eru boðin til Oscars, havt samband við ein sniðgeva. Sniðgevar leita eftir einum persóni, ið hóskar til teirra merki, og sum kann bera teirra kjóla ella klædning á besta hátt. Sjónleikarar leita somuleiðis eftir einum flottum setti.
1. Charlotte Riley
Enska sjónleikarinnan var í einum kjóla, ið er gjørdur í Delhi í India. Merkið eitur Gauri & Nainika og er rættiliga nýtt. Bæði blondur og djúp kavalergong hava verið nógv frammi í seinastuni, bæði á reyðum langmottum og til mótasýningar. Her stendur hon við manni sínum, Tom Hardy.
2. Priyanka Chopra
Libanesiski Zuhair Murad hevur gjørt henda vakra kjólan. Hvíta, gjøgnumskygda blómumynstrið hóskar ótrúliga væl til indisku sjónleikarinnuna. Beltið setur ein modernaðan dám til tann annars klassiska kjólan. Tað gjøgnumskygda hevur eisini verið nógv frammi á mótasýningum.
3. Naomi Watts
Armani Prive er dýrasta undirlinjan hjá Armani, og hon var sjálvandi at síggja á reyðu langmottuni.
4. Jennifer Lawrence
Aftur elegantar blondur, hesa ferð eitt sindur myrkari, enn hvat mann kundi væntað av Joy-sjónleikaranum.
5. Kevin Hart
Tað er sjáldan, at nakar maður skilir seg út á langmottuni, men hesin sprøkluti Dolce & Gabbana klædningurin gav meira uppmerksemi enn kjólin á frúuni.
6. Cate Blanchett
Armani Prive aftur. Á fyrsta eygnakastið sá hann út sum ein candyfloss, men hon bar hann ótrúliga væl.
7. Sofia Vergara
Við einum kroppi sum ein ekta pin-up modell, kann Sofia Vergara bera næstan alt. Hesin kjólin, ið sær út til at vera av silki, er tó nakað fyri seg við snøggu smálutunum og flottu føllunum.
8. Hannah Bagshawe og Eddie Redmayne
Bæði eru í Alexander Mcqueen, sum altíð er inspirerað av gomlum, viktorianskum tíðum. Serliga floyalsjakkin hóskaði væl til Oscar-kvøldið.
9. Rooney Mara
Blondur og gjøgnumskygni var, sum sagt, vegurin fram í ár. Kjólin er Givenchy Haute Couture og var helst best dámdi. Eleganta støddin á sleipinum og evarska lítlu blondurnar sita væl á hennara yndiga, spinkla kroppi.
10. Jacob Tremblay
Sjeikaligasti av øllum má vera níggju ára gamli drongurin frá filminum Room.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |