Álopin av fjúrtan vápnaðum monnum

Álopin av fjúrtan vápnaðum monnum
Tórður Dahl og vinmaður hansara vóru fríggjakvøldið úti fyri einari skelkandi hending. 14 mans, vápnaðir við ketum og metalrørum, jagstraðu teir báðar, bert við tí fyri eygað at skaða teir. - Tað virkaði óveruligt. Sum í filmunum, sigur 22 ára gamli Tórður
02.03.2016 - 21:00

Tað er eitt hugnaligt fríggjakvøld á Nørrebro í Keypmannahavn. Veðrið er fagurt, og Tórður Dahl og vinmaðurin eru á barr á Nørrebro. 

Klokkan er 23:30, og leiðin gongur nú yvir til nakrar sjúkrarøktarfrøðingar, sum halda veitslu á skúlanum. So langt komu vinmenninir tó ongantíð.

Á myndini niðanfyri sæst, hvussu leiðin gekk

Reyði rundingurin er hiðani teir báðir gingu, svarti krossurin er har, sum hendingin byrjaði, og guli rundingurin er hjá sjúkrarøtarfrøðingunum.
 

 

Hendingin

- Vit gingu framvið Tagensvej, heilt tætt við skúlan hjá gentunum.

 

Tagensvej er ein av tveimum høvuðsvegum á Nørrebro. Her er vanliga nógv ferðsla, men soleiðis var ikki hetta kvøldið.

 

- Ein drongur hinumegin vegin byrjar síðan at lýsa eftr okkum við lasarastrálu. Vit biðja hann steðga, men ístaðin kemur hann yvirum vegin til okkara og stendur nú beint framman fyri okkum og lýsir okkum í eyguni. Tá hann siðan blívur við, fær hann eitt harðari skump frá mær. Hann gav mær eitt slag aftur. Eg og vinmaðurin gerast nú eitt sindur óðir, men vilja ikki nýta harðskap. Síðan fær vinmaðurin eisini eitt slag. Eg gav honum nú eisini eitt kraftigt skump.

 

Nørrebro er eitt av stóru tilhaldsstøðunum hjá tilflytarunum í Keypmannahavn, og hetta høvdu Tórður og vinmaðurin ikki í huga, tá teir skumpaðu dreingin. 


- Hetta seinasta skumpið áttu vit nokk at ikki givið honum, nú tá eg hugsi um umstøðurnar, vit vóru í.

 

- Eftir hetta skumpið komu fýra dreingir brádliga skundandi undan einum horni tætt við. Teir byrjaðu at umringa okkum. Eg og vinmaðurin royndu at tosa okkum úr støðuni og gjørdu tað greitt, at vit ikki vildu berjast. Vit vildu bert víðari. Hugast kann næstan, at hetta var eitt "set-up," tí teir vóru so kvikir at koma til hjálpar.

 

Soleiðis gekk tó ikki. Stutt eftir steðgaðu tveir bilar nærhendis. Fýra dreingir komu úr hvørjum teirra, og úr bagasjurúminum tóku teir metalrør og ketur. Nú var tað alvorligt, visti Tórður, og hann minnist vinmannin siga: Nú er bara at renna fyri lívinum!

 

Við hesum 13-14 dreingjunum í hølunum fóru teir báðir spurtandi oman eftir Tagensvej. Komnir nakað burt frá staðnum, steðgaðu teir upp. Teir hildu, at teir høvdu runnið dreingirnar av sær - soleiðis var tó ikki.

 

- Tað gekk stutt tíð, so hoyrdu vit aftur rópini og mongu fótafetini saman við bilunum, sum fylgdu aftaná.

 

- Tað var ikki fyrr enn her, at eg veruliga byrjaði at gerast ørkymlaður. At byrja við, helt eg, at teir bert vildu ræða okkum, men tá teir blíva við at jagstra, so visti eg, at tað ikki var tvætl. Eg trúði ikki uppá, at hetta veruliga hendi. Tað var júst sum hesir filmarnir, ein sær. Adrenalinið byrjaði nú alvorliga at pumpa, og vit runnu skjótari enn nakrantíð áður. Eg fór her í eitt sovorði "survival-mode". Allir trupulleikar og tankar vóru burtur. Eg skuldi bert langt burtur higani!

 

Tórður og vinmaðurin skyltust her. Vinmaðurin endaði í einum hýruvogni og ringdi til politiið um hjálp. Hetta var tó ikki til stórt gagn, tí vinmaðurin kendi ikki umráðið væl og kundi tískil ikki siga akkurát, hvar politiið skuldi fara. 

 

Fyri Tórð gekst verri

- Eg endaði í einari blindagøtu. Har vóru einir 5 mans aftan fyri meg við rørum og ketum.

 

Adrenalinið pumpaði, og Tórður fór við fullari ferð stormandi ímóti bunkanum og bardi seg ígjøgnum.

 

Tórður rann aftur fyri lívinum. Hesa ferð heilt frá Nørrebro til Ryparken. Hetta er ein teinur á einar 4 kilometrar, og hóast hann sprintaði allan vegin, minnist hann ongantíð, at hann gjørdist troyttur. 

 

Her sæst, hvussu langt Tórður rann.

 

Komin til Ryparken, sá Tórður ein mann og spurdi um hjálpt. Tórður bløddi, so maðurin var beinanvegin sinnaður at hjálpa, og bjóðaði honum skjótt innar. Nú ringdi vinmaðurin, sum koyrdi runt í hýruvogni og leitaði eftir Tórði. Hann kom eftir honum, og teir báðir fóru út á "Øresundskolegiet."

 

- Tað var ikki fyrr enn vit komu hertil, at eg aftur kendi meg tryggan, staðfestir Tórður.

 

Skaðarnir

Tórður var fystu ferð sligin av tí einsamalla dreinginum, og hinir skaðarnir komu síðan, tá ið Tórður bardi seg ígjøgnum rúgvuna við blindgøtuna.

 

- Onkur spískur skógvur sparkaði meg í halabeinið, tá ið eg royndi at sleppa burtur, so har havi eg enn rættiliga ilt. Ein keta var eisini slongd í knæið hjá mær, tá eg royndi at rýma. Her skavaðu teir buksurnar og nakað av húðini. Eg fekk eisini nógv sløg inn á bringuna og havi møguliga brákað nøkur rivjabein. Eg eri enn eymur í kroppinum og fái ilt, um eg andi ov hart ella hosti. Eisini havi eg fleiri sár á hondunum, tí eg vardi meg fyri ketum og sløgum.

 

Tað kundi tó gingið Tórði nógv verri, hevði hann ikki megnað at rýmt frá blindgøtuni. 

 

- Eg var so ávirkaður av sjokkinum og adrenalininum, at eg føldi kanska bara helmingin av sløgunum. Hóast eg var sligin og sparkaður ofta, so havi eg ikki fingið nógv álvarslig merkir um kroppin. Eg hugsi, at dreingirnir nokk hava verið um 18-ára aldur.

 

Hendurnar hjá Tórði eftir hendingina - Mynd db.fo

Knæðið eftir hendingina - Mynd db.fo

 

Vápnini, ið dreingirnir nýttu, vóru ketur, metalrør, og ein hevði ein nunchaku.

Sjokk

- Vit vóru í sjokk, og tað eru vit enn. 

 

- Eg fekk ikki sovið væl tær fyrstu næturnar, og ein hugsar sjálvandi enn nógv um tilburðin. 

 

Tórður hevur longu roynt at súkkla gjøgnum Nørrebro um kvøldið, men sigur, at tað skal ganga long tíð, áðrenn hann kennir seg tryggan at ganga her einsamallur í myrkri aftur. Hann og vinmaðurin hava tó ætlanir um skjótt at fara á somu barrina aftur eitt fríggjakvøld, sum fyri at prógva fyri sær sjálvum, at teir eru komnir víðari frá hendingini.

 

Kolldømir ikki tilflytarar

Hóast dreingirnir, sum jagstraðu og meislaðu Tórð, vóru av øðrum etniskum uppruna, so ber hann ikki ilt ímóti tilflytarum.

 

- Helmingurin av mínum flokki eru tilflytarar, og teir eru av fittastu fólkum. Tá eg segði mínum tilflytaravinmonnum um hendingina, vóru teir líka skelkaðir sum eg. 

 

Tórður heldur, at føroyingar hava lyndi til at gera eina neiliga generalisering av tilflytarum. Hann greiðir frá, at flestu muslimar, sum hava havt ein góðan uppvøkstur og eru vaksnir upp undir føstum karmum, eru vanligir danir, bert við aðrari religión. Hann harmast um, at tað tíverri eisini eru nakrir, sum detta ímillum í skipanini. Hesir megna at leggja ilt orð á tann so ógvuliga nógv størri meirilutan, sum livir í sátt og semju og hevur tillagað seg til danska mentan, sigur Tórður.

 

- Eg kenni meg óðan aftan á hendingina. Hesir dreingirnir høvdu onga grund undir slíkum gerðum. Her er allarhelst talan um okkurt slag av einum ungdómsbanda, sigur Tórður.

Tórður Dahl

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.