Amsterdam

Amsterdam
Ólíkur flestu øðrum býum! Hassj, skøkjur, fleiri fólkasløg enn NYC og stolt søga aftur í 13. øld sermerkja býin
17.03.2016 - 23:15

Tá ið fólk hugsa um Amsterdam, venda tankarnir vanliga til Red Light District og “Coffee Shops”.

 

Áðurnevndu eru heilt sikkurt við til at sermerkja býin, men hesin býur hevur so avgjørt aðrar freistingar eisini, sum gera býin verdan at granska, fyri ung sum gomul.

 

Coffee Shops

 

Sum flestu vita, so eru lógirnar í Amsterdam og Hollandi sera lagaligar viðvíkjandi hassjnýtslu.

Kring allan býin eru sonevndar “Coffee Shops.” Tá ið tú gongur inn, er tað sum at verða raktur av einum múri av royki og eyðkenda luktinum frá cannabisplantuni.

 

Tú kanst keypa rullaðar joints ella upp til 5 gramm. Aldursmarkið er 18 ár. Allir “kaffi handlarnir” hava eitt úrval. Alt eftir støddina á handlinum, skiftist støddin á úrvalinum. Á sama hátt er við prísunum.

 

Tú kanst síðan seta teg har inni at roykja ella taka vøruna útvið; í Amsterdam er tað nevniliga loyvt at roykja hassj á almennum økjum.

 

Mynd AmsterdamTravelGuide

 

Red Light District

 

RLD er eitt øki, sum liggur rættiliga sentralt í býnum. Tað er eitt hugnaligt umhvørvi, sum liggur fram við einari av mongu kanalunum í býnum. Har eru nógvar góðar matstovur av alskyns slag, umframt nøkur museum.

 

Sum kent, hevur RLD tó eina skitnari síðu eisini.

 

Kring alt økið standa hálvnaknar kvinnur í vindeygum í reyðum ljósi (sí navn) og lokka bæði menn og kvinnur inn at hava samlegu við sær. Velur ein at fara inn í eitt av 400 rúmunum, so verða gardinurnar drignar fyri, og goldið verður vanliga fyri 15 minuttir.

 

Skøkjurnar eru allar sera ymiskar. Tær hava ymsar tjóðskaparligar bakgrundir, nakrar eru lítlar og tjúkkar, ímeðan aðrar eru høgar og flottar – kundu næstan líkst toppmodellum.

 

Mynd Vanillaskydreaming

 

Tað, sum er serstakt við hesum skøkjunum, er, at tær arbeiða frívilliga; skilt á tann hátt, at eingin pimp eigur tær. Landið hevur gjørt skøkjulevnað til einstaka vinnugrein. Kvinnurnar hava vanliga egið felag, har tær gjalda skatt til statin, og afturfyri veitir staturin tryggleika til genturnar við at hava nógv politi á tílíkum økjum. Til alla ovfaring ger hetta RLD til eitt tað tryggasta umhvørvið í Amsterdam.

 

Umframt skøkjur, eru nógvar sex shops, strippklubbar og sex show at fara til á RLD.

 

Kelda Fernandomoledero

 

Søgan setur enn sín dám á býin

 

Afturi í 16. øld var Amsterdam ein handilssentralur í heiminum, og býurin hevði ovmikið av peningi. Hetta gjørdi, at nógvir stórfingnir bygningar vórðu bygdir, umframt at hús vórðu bygd av nóg sterkum tilfari, til at tey standa enn tann dag í dag.

 

Tískil eru nógv gomul hús kring býin og næstan ein borg á hvørjum horni. Hetta gevur býnum eina heilt serliga sjarmu.

 

Hetta er Royal Palace - eisini nevnt "the 8th of the world's wonders". Mynd Microtravelling

 

Hóast nógvir gamlir bygningar eru í Amsterdam, so eru eisini nógvir modernaðir, sí myndir.

Mynd Simplyamsterdam

 

Tjóðarfjølbroytni

Orsakað av søguligum fortreytum, umframt einum víðgongdum frísinnaðum hugburði, eru sera nógvir tilflytarar í Amsterdam. Hesir tilflytarar eru ikki neyturviliga frá Miðeystri, sum flestu beinanvegin hugsa, men ístaðin frá londum kring allan heimin. Fleiri vilja vera við, at fleiri tjóðskapir eru savnaðir í Amsterdam enn í stórbýnum New York City.

 

Í 2014 vóru hollendarar í minniluta í fólkaligu samansetingini í býnum. 49,5% vóru hollendingar sambært worldpopulationreview

 

Hetta fjølbroytnið sæst eisini væl aftur, tá ein er á gongugøtuni, nakað annarleiðis enn lítli Tórshavn.

 

Ymsu tjóðskapirnir hava eisini ríkað matmentanina í býnum sera nógv. Fyri hvørt McDonald’s ella KFC ein gongur framvið, er leiðin eisini gingin framvið 10 ymsum matstovum, sum bjóða tað besta úr ymsum matmentanum. Hetta kann vera alt frá Argentinian steakhouse, kinesiskum-, indiskum-, italskum- ella meksikanskum mati.

 

Náttarlívið

Hóast tað einans býr slak millión fólk í býnum, eru 7 milliónir fólk vitjandi árliga. Hetta leggur upp til eitt gott býarlív, og kennir ein røttu støðini at fara, so skuffar eitt mánakvøld í mars ikki eingongd.

 

Har eru bæði hugnaligar barrir, barrir/klubbar og heilt stórir klubbar.

So seint sum í síðstu viku var heimskendi Robin Schulz og diskaði í einum av stóru klubbunum, og rokkbólkurin Muse spældi konsert.

 

Tað eru serliga støðini Rembrandt Square og Leidesplein Square, ið náttarlívið sentrerar seg kring.

 

Mynd The10best

 

Liberala himnaríkið

 

Amsterdam og Holland hava ferð eftir ferð víst seg at verið frammarlaga í heiminum, tá ið tað snýr seg um at liberalisera ymisk økir.

 

Holland var m.a. fyrsta landið í heiminum at loyva samkyndum at ganga í hjúnaband (2001). Tey hava legaliserað hassj, tó við avmarkingum. Skøkjulevnaður er lógligur. Fosturtøka varð legaliserað í 1984, og eisini kunnu fólk fáa aktiva deyðshjálp.

 

Nøkur av hesum málunum eru byrjað at koma á dagsskránna í føroyskum politikki, meðan fleiri av málunum hava nóg illa sæð dagsins ljós.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.