- Tíðindi, mentan og ítróttur
Byggigøla - Glasir útsettur til 2018
Fyrst skuldi skúladepilin við Marknagil vera klárur at flyta inn í á vári 2016. Síðan við skúlaársbyrjan í 2016. Orsakað av einari byggigølu, har nakrir veggir til skúlan vóru stoyptir ov veikir, skuldi ístaðin flytast inn í november 2016. Nú er tó líkt til, at byrjað verður ikki fyrr enn við ársbyrjan í 2018.
Røddin hevur í morgun frætt, at skeiv elementir eru keypt heim til Glasir. Seinastu tríggjar mánaðarnar hevur byggifelagið TG Verk havt nógv virksemi á deplinum, men líkt er nú til, at seinastu byggiverkini skulu rívast niður aftur.
Prátað var við umboðsmann fyri byggifelagið TG Verk, sum í fyrstu atløgu velur at vera dulnevndur.
- Hetta er sjálvandi sera harmiligt. Arbeiðið hevur gingið skjótt og ómakaleyst seinastu tíðina, og góðar vónir vóru um at hava skúlan lidnan tíðliga í 2017. Har hevur tó verið okkurt feilsamskifti, sum síðan hevur útviklað seg til nakað sera harmiligt. Vit eru sjálvandi ørg um støðuna og ætla at rætta uppá feilin so skjótt, sum til ber.
Spurdur um, nær skúlin nú kann væntast at vera liðugur, svarar dulnevndi:
- Vit væntaðu nú, við tí ferðini arbeiðið gekk, at næmingar kundu byrja at ganga har fyrst í 2017. Nú, tá ið nakað av bygningsverkinum skal rívast niður aftur, og elementini skulu koma til Føroya, er eitt realistiskt skot tíðliga 2018.
Væntast kann tískil, at byrjað verður ikki í skúlanum á vári 2016, sum uppruna ætlanin var, men ístaðin á vári 2018.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |