- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dansa føroyskan dans á Vaglinum og ver statistur til svenska sjónvarpsrøð
Eitt svenskt filmslið er komið til Føroya at gera upptøkur til eina sjónvarpsrøð, Gabriel Klint. Sjónvarpsrøðin er um einglar, ið hjálpa persónum, ið ætla at taka lívið av sær sjálvum. Ein eingil verður tó forelskað við einum persóni, nakað ið er strangliga bannað. Tey flýggja undan revsingini og rýma tey til Føroya. Les meira um Gabriel Klint her.
Framleiðarin og leikstjórin vóru í Føroyum til sólarmyrkingina og upplivdu eisini føroyska dansin á Vaglinum um kvøldið. Imponerað vóru tey, og vilja tey nú hava eina líknandi stemning við í sjónvarpsrøðina.
Brúk fyri nógvum statistum
Til upptøkuna er tørvur á nógvum statistum. Eftir ætlan verður Ormurin langi kvøðin. Tað er ikki neyðugt at duga alt kvæðið, nokk er at duga stev og at kvøða við í niðurlagnum. Dansað verður í vanligum klæðum - tað er nokk eitt gott hugskot at vera væl ílatin, tí tað kann vera kalt.
Fyrireikararnir lova, at statistarnir fáa ymiskt gott at eta og drekka. Upptøkurnar byrja klokkan 21 í kvøld, men fyrireikararnir heita á fólk um at møta um 20 tíðina á Vaglinum. Tað er ikki neyðugt at melda seg til áðrenn, mann skal bara troppa upp.
Les meira um tiltakið á Facebook.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |