- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politisku ungmannafeløgini um rúsdrekkalógina og halgidagslógina
Ung fyri Miðflokkin og Unga Tjóðveldið halda ikki, at verandi rúsdrekkalóg skal broytast munandi. Ungmannafelagið Samband, Ungt Sjálvstýri og Framsøkin Ung halda, at øl og vín skulu kunna keypast í vanligum handlum, men eru ikki á einum máli um, um hetta eisini skal fevna um kioskir ella ikki. Tey í Sosialistisk Ung eru ikki á einum máli um rúsdrekkalógina.
Bert Ung Fyri Miðflokkin halda, at halgidagslógin skal varðveitast sum hon er. Ungmannafelagið Samband, Ungt Sjálvstýri og SU halda, at hon skal dagførast, meðan tað er ógreitt, um Framsøkin Ung vilja dagføra ella avtaka hana. Unga Tjóðveldið heldur, at halgidagslógin skal avtakast.
Tað hevur ikki borið til at fingið svar frá Huxa um rúsdrekkalógina og halgidagslógina.
Ung fyri Miðflokkin
Er verandi rúsdrekkalóg hóskandi?
Vit ynskja, at kravið um avlop hjá rúsdrekkasøluni verður avtikið. Rúsan eigur ikki at koyra á vinnuligan hátt, har hon skal selja so nógv sum gjørligt – tvørturímóti. Annars eru vit sera glað fyri núverandi rúsdrekkalóg, har brúkarin hevur møguleika at keypa allar vanligar rúsdrekkavørur í sínum lokala øki seks dagar um vikuna.
Tað hevur stóran týdning, at rúsdrekkasølan verður skipað í einkarsølu. Allar kanningar frá eitt nú Fólkaheilsuráðnum staðfesta, at einkarsøla minkar um rúsdrekkanýtsluna. Føroyingar drekka minst í Norðurlondum, og hetta er prógv fyri, at okkara politikkur riggar. Tað vildi tískil verið sera býtt at broytt hesa skipan.
Er verandi halgidagslóg hóskandi?
Tað er týdningarmikið, at vit hava eina halgidagslóg. Hon hevur stóran týdning fyri arbeiðarar í øllum landinum, og hon er týdningarmikil fyri okkara kristnu mentan.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Ja.
Unga Tjóðveldið
Er verandi rúsdrekkalóg hóskandi?
Unga Tjóðveldið metir ikki, at núverandi rúsdrekkalóg skal umskipast. Tað almenna skal framvegis vera einsamallur veitari av rúsdrekkasølu kring landið. Hetta kemst millum annað av tí, at Unga Tjóðveldið stúrir fyri, at fólka fara at gera impulskeyp, um handlarnir sleppa at selja rúsdrekka. Unga Tjóðveldið metir eisini, at sleppa handlar at selja rúsdrekka, so fer hetta at raka tey ungu, ið starvast í slíkum fyritøkum. Tað er sannlíkt, at fleiri ung missa arbeiði, tí tey ikki hava aldurin og heimild til at selja rúsdrekka.
Skipanin kann tó gerast betri við eitt nú fleiri handlum og longri upplatingartíðum í ymsu rúsunum kring landið. Harumframt metir Unga Tjóðveldið, at matstovur skulu hava loyvi at innflyta rúsdrekka. Slík avgerð vil ikki føra til impulskeyp. Ístaðin kann ein slík broyting styrkja um ferðavinnuna her á landi orsakað av breiðari og bíligari úrvali av rúsdrekkavørum.
Er verandi halgidagslóg hóskandi?
Halgidagslógin, ið seinast var broytt í 1930, er ótíðarhóskandi og samsvarar ikki við núverandi samfelag. Halgidagslógin hevur einki at gera við at hátíðarhalda okkara halgidagar, men sigur ístaðin, hvussu vit skulu leika í hesar dagar. Av hesi orsøk metir Unga Tjóðveldið, at halgidagslógin skal avtakast.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Tjóðveldi sjálvt hevur ikki tikið støðu til málið. Vit í Unga Tjóðveldinum meta tó, at halgidagslógin skal avtakast.
Ungmannafelagið Samband
Er verandi rúsdrekkalóg hóskandi?
Vit meta ikki, at verandi rúsdrekkalóg er hóskandi. Vit meta ikki, at øl og vín einans skulu vera seld í Rúsuni. Handlarnir kunnu sjálvir velja, um teir vilja selja rúsdrekka ella ikki. Hetta tryggjar betri maknað og betri prísir til brúkaran. Um talan er um sterkari løgir, so er Rúsan enn besta boðið upp á sølustað. Kanningar vísa, at føroyingar drekka veikari og venda tí sterka bakið. Tað skal vera lættari hjá fólki at fáa sær vín og øl til døgurðan. Úrslitið av hesum er, at fólk fer at keypa smærri nøgdir heldur enn størri nøgdir eins og nú.
Er verandi halgidagslóg hóskandi?
Verandi halgidagslóg er heldur fløkt. Á ávísum tíðspunktum ber til at stuttleika sær og á øðrum ikki. Heldur eiga vit at hava fastari og greiðari reglur á hesum øki. Halgidagslógin má nýtímansgerast og fyrivarni má takast, tí dansistøð o.a. mugu vita, hvussu tey kunnu hava opið.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Í móðurflokkinum eru ymsar meiningar um hetta. Summi vilja hava rúsdrekka út í handlarnar – onnur ikki. Vit eru tó samd um, at verandi halgidagslóg má vera nútíðarhóskandi.
Ungt Sjálvstýri
Er veranda rúsdrekkalóg hóskandi?
Lógin kann broytast til at loyva framleiðslu av sterkum rúsdrekka í Føroyum, tí búskaparliga gevur tað ikki meining at innflyta vørur, sum vit kunnu framleiða sjálv. Vit halda heldur ikki, at tað hevði verið ein stórur trupulleiki, um handlarnir fingu loyvi at selja øl og vín. Vit halda tó ikki, at brennivín skal seljast í handlunum. Tó høvdu vit ynskt, at hetta ikki var galdandi fyri kioskir og smærri handlar, sum hava opið leingi.
Er verandi halgidagslóg hóskandi?
Ein dagføring av halgidagslógini hevði verið hóskandi, men vit ynskja ikki, at hon verður strikað, øll sum hon er. Vit kundu hugsað okkum, at matstovur o.a.t. fingu møguleika at servera longri, um tey ynsktu tað. Ferðafólk hava ongastaðni at fara aftaná kl. 23.00 gerandiskvøld, tað heldur Ungt Sjálvstýri er ov vánaligt. Vit kundu hugsað okkum, at lógin gjørdist lagaligari og meiri ferðafólkavinarlig, men vit ynskja ikki, at hon verður fullkomiliga strikað.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Vit eru samd um, at báðar lógirnar kunnu dagførast. Vit eru tó ósamd um, hvat ítøkiliga skal broytast í rúsdrekkalógini, men eru samd um, at tað skal vera møguligt at framleiða sterkt rúsdrekka í Føroyum.
Framsøkin Ung
Er veranda rúsdrekkalóg hóskandi?
Vit í Framsøkin Ung halda ikki, at galdandi rúsdrekkalóggáva er tíðarhóskandi. Vit hava altíð hildið, at vørur sum øl og vín skulu kunna keypast í vanligum handlum. Hetta verið seg galdandi fyri bæði matvøruhandlar og kioskir. Og orsøkirnar til hetta eru fleiri. Tað er fyrst og fremst av virðing fyri tí einstaka borgaranum at velja, hvar og nær hann keypir sær øl ella vín, men tað er sanniliga eisini fyri at betra um kappingarviðurskiftini hjá handils- og matstovuvinnuni.
Er verandi halgidagslóg hóskandi?
Vit halda bestemt ikki, at núverandi halgidagslóg er hóskandi fyri dagin í dag. Lógin er frá 1923 og er harvið næstan 100 ára gomul. Vit halda ikki, at ein átrúnaðargrundað lóg skal kunna gera av, nær mann dansar, larmar, hevur opið ella drekkur.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Vit eru samd viðvíkjandi liberalisering av rúsdrekkalóggávuni, tó hevur móðurflokkurin ikki eina avgjørda meining um halgidagslógina, hóast tað eru fleiri í flokkinum, ið eru samd.
Sosialistisk Ung
Er veranda rúsdrekkalóg hóskandi?
Okkara ungmannafelag er býtt í tríggjar ymiskar meiningar, tá ið tað kemur til at broyta rúsdrekkalógina:
Ein greiður meiriluti gongur inn fyri, at øl og vín fer í handlarnar. Síðani eru tvær meiningar, har ein minniluti vil liberalisera rúsdrekkasøluna fullkomiliga, tvs. alt rúsdrekka í handlarnar, og hin minnilutin stuðlar verandi skipan.
Er verandi halgidagslóg hóskandi?
Sumt av tí, sum verður nevnt í halgidagslógini, er púra ótíðarhóskandi. Eitt nú eru ávísir dagar, har tað ikki er loyvt at dansa og spæla livandi tónleik – at hetta verður broytt, síggja vit sum eina sjálvfylgju. Tó halda vit, at tað er gott, at vit hava eina lóg, ið avspeglar søguliga og siðfrøðiliga arv okkara, og vit síggja ikki nakra sterka orsøk til at fara burtur frá at hava halgidagar.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Vit og móðurflokkurin eru grundleggjandi samd um hesi viðurskifti.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |