Sjey dagar uttan internet

Sjey dagar uttan internet
- Sheisse, eg kláraði bara 12 tímar, áðrenn eg snýtti fyrstu ferð! Facebook fór heilt sikkurt at vera tað, eg saknaði allar mest. Men tað var slett ikki tað ringasta...
09.06.2016 - 15:30

Leygarnátt klokkan 00.10. Havi akkurát sett telefonina á "flight mode" og fari í song. Áðrenn eg sovni, hugsi eg: Eg fari at royna sjey dagar uttan internet. Men nær? Eg veit, at eg skal okkurt mánadagin, týsdagin og fríggjadagin. Kanska er best at bíða, men í næstu viku veit eg eisini, at eg skal brúka netið til ymiskt. Eg kann akkurát tað sama gera tað nú.

 

 

Dagur 1 - Leygardagur

Leygarmorgun fari eg fyrst upp at pissa. Leggi meg aftur í songina og taki telefonina, men gakk. Hana kann eg ikki brúka til nakað serligt, tá eg ikki havi net. Tað er onkur merkiligur friður. Facebook, Snapchat og telefonin forstýra ikki.

 

Men so hendir tað. Eg má líka snýta! Eg má líka melda meg til eitt tiltak á Facebook, áðrenn freistin fer. Ah, eg havi ikki somikið sum klárað at verið internetfrí í 12 tímar. Men okay, tað var bara tilmeldingin og onki annað.

 

Eg arbeiddi annars allan dagin og náttina við, so tað bilti ikki so nógv, at eg onki internet hevði.

Snýt: 1

 

 

Dagur 2 – Sunnudagur

Vakni á miðdegi og taki av gomlum vana telefonina. Hyggi at klokkuni og ja, so er ikki nógv meira at hyggja at. Onki sms, onki mist uppkall og ongar reyðar notifikatiónir á ymsu appunum. Onki at vera bangin fyri. Eg liggi bara í songini eina løtu í friði og náðum, áðrenn eg fari upp.

 

Eg skal lána bilin, men má líka koyra mammu á vegnum. Meðan eg bíði hasar fimm minuttirnar, til vit fara, kann eg ikki sita á Facebook. Eg ruddi kamarið ístaðin. Super!

 

Um kvøldið lesi eg eina bók lidna, sum eg havi havt liggjandi leingi. Hana hevði eg garanterað ikki lisið lidna, hevði eg havt net. Eg veit ikki ordiliga, hvat eg skal gera um kvøldið. Onki gott er sjónvarpinum, eg eri liðug við bókina og orki ikki at byrja upp á nakað nýtt.

 

Eg má fáa veðurtíðindini við. Ein leidningur til útvarpið manglar, so eg lurti bara beinleiðis á netinum. Eg veit, tað er snýt, men eg hugsi, tað kann gera tað sama. Eg fái tó ringa samvitsku, tí eg havi snýtt, og finni tí leidningin framaftur. Og so lósu tey heldur ikki veðurtíðindini upp. Snýt til onga nyttu...

Snýt: 1

 


Veðurappin riggar ikki uttan net

 

 

Dagur 3 – mánadagur

Ein vinkona og eg ætla okkum niðan á Slættaratind í morgin. Eg lurti eftir næstan hvørjari tíðindasending, men tey lesa bara veðurtíðindini fyri dagin. Veðurtíðindini klokkan 13 hoyrdi eg so ikki. Øv, eg veit sostatt ikki, um vit kunnu fara niðan á Slættaratind í morgin.

 

Seinnapart má eg líka eitt ørindi og komin inn um gáttina, plingar í eyst og vest í lummanum. Eg havi av óvart tendrað wifi á telefonini. 40 facebooknotifikatiónir, 1 boð á facebookklivanum, 3 snapchat og nøkur imessage. Eg skundi mær sjálvandi at sløkkja wifi. Tá eg havi sløkt netið, kanni eg líka imessage. Havi fingið eina mynd sendandi av einum kavaklæddum Slættaratindi. Slættaratindur verður av ongum. Eg haldi, at hetta telur sum eitt hálvt snýt, tí tað var bara av óvart, at eg tendraði wifi. 

 

Seinnapart má eg líka aftur snýta, tí eg skal hava mailadressuna, so eg kann senda eina umsøkn. Eg má eisini líka lesa tvær greinar á Röddini. Eitt lítið snýt.

 

Um kvøldið snýtti eg aftur. Eg mátti líka senda umsøknina, men tað var tað.

Snýt: 2,5

 


Ups, kom til at tendra wifi av óvart...

 

 

Dagur 4 – týsdagur

Eg kláraði tað. Ein heilur dagur uttan internet.

 

Í roynd og veru var tað slett ikki so ringt. Jú ókay, á arbeiðsplássinum slatraðu vit eitt sindur, og eg kundi hugsað mær at farið á Facebook at kanna, hvørjir hesir ymsu persónarnir vóru, sum eg ikki kendi frammanundan. Men gakk, eg yvirlivdi. Og slaturin, ja eg havi longu gloymt, hvat og hvønn vit slatraðu um...

Snýt: 0

 

 

Dagur 5 – mikudagur

Eg keði meg. Og ikki kann eg fara á Facebook ella hyggja at einum filmi á netinum. Men útvarpið er nú ikki so galið. Havi hoyrt mestsum øll tíðindini, nøkur biltips frá Halleluja Sofusi (ikki tí at eg fái brúkt tað til so nógv. Eigi ongan bil) og tónleik. Umframt eitt fjølbroytt útvarp, kemur ein góð ljóðbók eisini væl við.

 

Seinnapartin mátti eg líka snýta. Las nýggjastu greinarnar á Röddini, mátti kanna, um eg hevði fingið svar upp á umsøknina, og rætt var. Eg havi fingið svar og eina rúgvu av skjølum at fylla út. Tað verður ivaleyst skjótt orðnað, tá onki net forstýrar restina av degnum. Ája, eg mátti eisini líka endurnýggja umsøknina til lestraríbúðir á flatlondum.

Snýt: 1

 

 

Dagur 6 – hósdagur

Eg skuldi finna eitt telefonnummar, men nummar.fo riggar ikki uttan net. Tá er góða, gamla og tjúkka telefonbókin góð at hava :)

 

Eg eri freistað at fara á netið, men fari kortini ikki. Eg byrji at lesa eina nýggja bók. Tað er mega lekkurt, at onki net forstýrar. Kamarið verður eisini ruddað. Nice!

Snýt: 0

 

 

Dagur 7 – fríggjadagur

Seinasti dagur. Tað verður deiligt at fáa netið aftur og reinsa mær samvitskuna (her hugsi eg um Röddina, og at eg má svara onkrum maili). Hinvegin er tað súrt at fara aftur á Facebook, tí tað stjelur alla tíðina.

Snýt: 0

 

 

Leygarnátt klokkan 00.20. Sjey dagar og 10 minuttir eftir at eg tók avbjóðingina, verður netið tendrað. Og soleiðis sá skermurin út:

 


Sjey dagar (næstan) uttan internet

 

Gjøgnum náttina royndi eg at gera eitt catch up, men tað gekst mær illa. Ikki fyrr enn sunnudagin kom eg ígjøgnum allar notifikatiónirnar og øll tey reyðu ikonini.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.