Myndarøð: Tjant og Budam líka óúthaldiliga gott

Myndarøð: Tjant og Budam líka óúthaldiliga gott
Eitt friðarligt kvøld í Tøting, ið kennist alt annað enn stilt í oyrum og heila. Útgávukonsert við Tjant og nýtt og gamalt frá Budam
13.06.2016 - 00:15

Eg komi inn í Tøting við einari løgnari kenslu. Tað følist onkursvegna skeivt at ganga inni har, tá har ikki er festivalur uttanfyri. Komin inn í hugnaliga hølið, frøist eg um, hvussu nógv betri Tøting er sum konsertstað enn backstage/arbeiðshøli.

 

Tjant?

Kvøldið byrjar við útgávukonsertini hjá Tjant. Eg ani ikki, hvørjir hesir menninir eru, ella hvat fyri tónleik teir spæla. Tveir dagar eftir konsertina, veit eg enn ikki, hvat eg skal kalla tað. 

 

Flúgvandi, søkkandi rokkur

Tjant spælir tað slagið av tónleiki, sum vit óprofessionellu, ganska vanligu fólk ikki ordiliga skilja. Teir byrja við einari tungari, elektroniskari trummu, so kemur ein lekkur gittari. Og síðani kemur alt hitt rablandi, oman í eitt rokkut samanspæl, har eg ikki longur ani, hvør spælir hvat. Tað er dapurt, melankolskt og alt annað, ið annars fær ein at sveima. Fantastiskt.

 

Eg eri so glað, fyri at eg fór úr Havnini. Vit havnarfólk eru nevniliga ikki bara soleiðis at fáa úr heimbygdini. 

 

Hesa ferð valdi eg ikki at fara oman í Reinsaríið, men heldur fáa upplivingina í Gøtu. Langt burturi frá øllum, ið eg eri so von við, hvørvi eg spakuliga longri og longri vekk í longu, instrumentalu løgini. 

 

At byrja við eru ikki so nógv fólk, men eftir ein góðan tíma er longu fult hús. Føroysk uppmøting.

 

Eat Fish Fuckheads

Brádliga kemur Búi Dam upp (ella niður) á pallin. Hann heldur eina røðu, ið snýr seg um at eta fisk. 

 

Hann rópar harðari og harðari um D-vitamin, selen og Birgir Enni, meðan tónleikararnir spæla víðari. Hann langar á borðið, koppar vatnið framman fyri sær og smekkar til endans høvdið inn í mikrofonina, sum var hann púra svakur. Tað er altíð ein fragd at síggja onkran rópa, men at hoyra róp við bakgrundstónleiki, so ófatiliga feitum bakgrundstónleiki, er eitt njótilsi, ið eg ikki havi roynt fyrr. Hetta er so forbannað kul.

 

Hoyma í Tøting

Heðin Ziska Davidsen prátar millum løgini og hevur hvørja ferð eina góða søgu um næsta lagið. Alt er øgiliga niðri á jørðini, júst sum umstøðurnar í Tøting leggja upp til.

 

Næsta lagið er Miracle of Birth. Her forkláraði hann áðrenn, at hann hevði hugsað um, hvussu tað mundi vera at verða føddur, og at hann so hevði roynt at fingið tað fram í tónleikin. 

 

Tað er eitt sindur løgið, men so alíkavæl slett ikki. Hvør hevur ikki hugsað tað? Hetta skal nokk verða gott.

 

Langt um leingi

So er tað Budam. ENDILIGA sleppi eg, fyri fyrstu ferð, at hoyra eina konsert við fokking Budam.

 

Eg kann ikki koma í tankar um nakran annan, sum skrivar so fantastiskan, óbehagiligan tónleik. Tónleik, sum gevur einum hug at skræða og skera seg sundur, bara til stuttleika. 

 

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so byrjar hann við mínum absolutt yndislagi, The Yoni. 

Lagið snýr seg um fisu. Í vøkrum, vælskrivaðum teksti fortelur hann eina søgu um "a magical place", og um hvussu hetta fantastiska, váta staðið skal handfarast. Har finst ikki ein meira fullkomin sangur.

 

Eisini spælir hann lagið The Fly. Ein sangur, ið næstan er ov tungur at hoyra. Á ein góðan hátt, sjálvandi. Hann framførir hann sum ein sannur sjónleikari, meðan hann trampar, kastar við ørmum sínum og dirigerar hinar báðar í bólkinum.

 

Tá ið Búi varð glaður

Gomlu sangirnir lýsa eina myrkari tíð í lívinum, meðan tey nýggju løgini lýsa ta nýggjastu, gleðiligu tíðina.

 

Fyri at vera heilt ærlig, so sigur hendan jaligheitin mær ikki nógv. Løgini eru enn góð, vælskrivað og bestemt ikki løtt. Men eg sakni hasa pínuna, sum hann annars lýsir so vakurt. 

 

Eg kann bara frøast um, at hann er vorðin jaligur. Eg havi fingið tvær ótrúligar, kenslubornar sum inn í helviti fløgur, og nú eisini konsert, so nú kann hann sleppa at hava tað gott.

 

Eg eri kedd av, at hetta kvøldið skuldi enda. Tað er ikki so ofta, at ein hoyrir nakað fyri fyrstu ferð og elskar tað so nógv. 

 

Eg kann ikki lata vera við at hugsa, at har er okkurt við føroyingum og tónleiki. Eg veit sjálvandi einki um tað, tí eg kenni ikki útlendskar tónleikapallar. Men meðan mann koyrir heim til Havnar, sær grønu fjøllini og hoyrir Tjant í bilinum, so kann mann ikki annað enn gerast smástolt. Takk fyri í kvøld, Tónleikasamtakið Grót.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.