Arbeiðslív: pizzaria

Arbeiðslív: pizzaria
Jógvan í Dímun, sum í fjør varð liðugur í Hoydølum, vísir sítt arbeiðslív sum leiðari á Pizza67 í Havn
13.07.2016 - 07:15

- Eg eri leiðari, so í stuttum merkir tað, at tað er mín ábyrgd, at alt koyrir, sum tað skal. Eg syrgi fyri, at vit hava alla vøru, at røttu fólkini eru til arbeiðis, taki mær av vaktarskemanum hjá starvsfólkunum soleiðis, at eg fái eina samanseting, ið gevur maksimala produktión og tænastunøgdsemi, og eg tryggi, at allar mannagongdir verða hildnar. Tað er eisini mín ábyrgd at seta fólk í starv og syrgja fyri upplæring.

 


- Sjálvur eri eg kokkur, so eg geri eisini mat. Sum leiðari er tó væntað av mær, at eg dugi allar uppgávur soleiðis, at eg kann hjálpa til sum útkoyrari ella tænari, um tað skuldi verið neyðugt.

 


Eins og við øðrum tænastuvinnum, so arbeiðir mann altíð undir tíðarpressi; hetta kann onkuntíð verða strævið, men ikki soleiðis, at glasið flýtur yvir. Leiðarar mugu eisini altíð vera á standby, um okkurt skuldi verið áfatt ella manglað. Sostatt eri eg ikki altíð so ‘fríur’, men eingin ábyrgd kemur uttan avleiðingar, so ‘mann er við’ kortini, sigur Jógvan.

 


- Í mínum arbeiði dámar mær fyrst og fremst væl nøgdsemið, sum kemur av at veita eina góða tænastu, og vita tað, at kundin er mettur og væl settur. Tað eru jú ikki øll, ið kunnu eta úti hvønn dag, og tí gevur tað eina góða kenslu at kunna vera við til at fáa nøkur smíl fram.

 


- Tað hevur nokk altíð stóran týdning at trívast á sínum arbeiðsplássi og fyri mítt viðkomandi, so er tað heilt sikkurt arbeiðsfelagarnir, sum gera dagin betri. Øll eru ‘fresh’, og tað ger, at eg verði spentur at koma til arbeiðis og síggja øll tey fittu snýðini. Vit eru ikki bara bundin saman av arbeiðinum, men hava eisini gott samanhald í tí ‘ordiligu verðini.’ Vit fara eisini ein túr í býin ella gera annað sosialt saman, so hóast mann arbeiðir nógv, so brúkar mann eisini sína tíð við fólki, sum mann ikki verður troyttur av at síggja. #67crew #pizzaislove 
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.